Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag er Flaggdagur

John William Joensen

Í ár eru tað 65 ár síðani flagg okkara varð viðurkent 25. apríl 1940. tá var kríggj millum Bretland og Týskland, og føroysku skipini fingu loyvi til at mála tað føroyska flaggið á skipssíðuna, tí tey sigldu við fiski millum lond.

Mánadagin 25. apríl kl. 15 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Klaksvík.
Tað var Jens Olivar Lisberg, úr famien, sum saman við øðrum ungum teknaði tað føroyska flaggið í 1919.
Okkara vakra flaggsang hevur hans andreas djurhuus yrkt, og sum allir skótar læra at syngja uttanat, eisini vita vit at navnið er:

Merkið.

Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong
syngur tjóðin tær gleðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

Jú, tað kann ikki sigast betur enn tað, sum Hans Andreas Djurhuus sigur í flaggsanginum. Tað føroyska flaggið er okkara Merkið. tað er ein mynd av okkara landi og okkara fólki.
Eru vit uttanlanda gleðast vit hvørja ferð vit bera eyga við eitt føroyskt flagg. tá vit eru heima fer flaggið á stong í gleðiløtum, og niður í hálva stong á sorgarløtum.
Flaggdagshaldið verður í Klaksvík 25. apríl kl. 15. skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM og KFUK – skótarnir skipa fyri og allir skótar møta úti í Klaksvíksgarðinum kl. 14.30 í búna. skrúðgongan við Kl. Hornorkestur á odda fer heim í Vágstún, har Ásbjørn Lómaklett, skúlastjóri heldur røðu.
Øll eru vælkomin! Við orðunum hjá hans Andreas Djurhuus.

Upp hevji tú merkið, Føroya tjóð,
og standi í fylking væl.
Tí klettarnir her
og líðir og skørð,
sum standa við hav og blánandi fjørð,
er okkara heim
og fullfesta búgv-
og grundað á vón og trúgv.

Sigrun.
 

Harleyfacadeacryl