Klaksvíkingur skal bara hava 2. plássið fyri at tryggja sær FM 2023.
Í dag verður ólavsøkuróðurin. Tað er fyri manglar bátar ársins týdningarmiklasti róður, og tað er tann síðsti FM-róðurin í ár.
KRF liggur væl fyri at fáa fimm FM í hús (Klaksvíkingur, Nevið Reyða, Fípan Fagra kvinnur, Fípan Fagra dreingir 17-18 ár og Fípan Fagra barnaróður dreingur), meðan tað verður finala í tí eina róðrinum, har KRF (Sævarmoy dreingir 14-16 ár) hevur annan av bátunum, sum eru í finaluni.
Hjá 10-mannaførum skal Klaksvíkingur bara hava 2. pláss fyri at røkka FM nr. 10 hjá 10-mannafarinum hjá KRF. Norðingur hevur vunnið tveir róðrar fyrr í ár, men Klaksvíkingur hevur vunnið teir báðar síðstu. Hóast Klaksvíkingur er stórfavorittur at vinna FM, so hevur tað uttan iva eisini stóran týdning at vinna ólavsøkuróðurin. So fáa vit at síggja, hvær fær síðsta orðið í ár.
Ólavsøkuróðurin byrjar kl. 15.00



