Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag fáast armbond til Summar Festivalin

(Erik Biskopstø)

Frá kl. 13.00 hósdagin ber til at sáa sær armband til Summar Festivalin uppá. Atgongumerkini kunnu í fyrstu syftu skiftast um við armbond í klædnahandlinum JAP Í Klaksvík

Øll fólk, sum ætla sær á Summar Festivalin, skulu hava eitt armband um handliðið. Hetta armband verður latið, tá fólk koma við atgongumerkinum, sum tey hava keypt.

Tað ber sjálvsagt til at býta hetta um við inngongdina til festivalin fríggjadagin og leygardagin, men fólk, sum vilja sleppa undan møguligari bíðitíð við dyrnar, kunnu fáa sær armbandið upp á áðrenn festivalin.


 


Frá kl. 13.00 hósdagin fáast armbond í klædnahandlinum JAP í Klaksvík.


 


Persónar yvir 18 ár fáa ein lit, meðan tey ungu, sum eru undir 18 ár fáa annan lit. Um ivamál er um aldurin á einum persóni, verður spurt um samleikaprógv fyri aldrinum, tá armbandið verður koyrt upp á. Hetta er alt í sambandi við, at festivalurin hevur fingið skeinkiloyvi.