EM-undankapping fyri smátjóðir: Í dag skal føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spæla sín seinasta dyst av trimum í Reykjavík. Dysturin er ímóti Lichtenstein. Landsliðið hevur longu spælt seg víðari sum eittari úr bólkaspælinum, men tær gjørdu greitt í gjárkvøldið, at í dag skal innsigl setast á eina framúr kapping.

Norðlýsið hevur verið so illa at sær komið, at tað hevur rænt nakrar myndir frá Facebook-profilinum hjá Flogbóltssambandinum. Vit vóna at tað er í lagi.
Norðlýsið hevur ikki havt møguleika, at taka myndir yviri í Íslandi; tí redaktørurin er staddur í Hattarvík, reportarin í Keypmannahavn, ítróttarskrivarin fylgt við, hvat Liverpool keypir ella selir og hin redaktørurin hevur etið fugl heima í stovuni í Klaksvík. – Tískil vóru aðrir háttir nýttir.
Seinni í dag verður dysturin ímóti Lichtenstein. Eina Kalsø segði so avgjørd í gjárkvøldið, at hóast tær longu hava vunnið bólkin, so fóru tær ikki at slaka í dag, tvørturímóti.
– Nú skal innsigl setast á eina góða kapping í Reykjavík við triðja sigrinum á rað!
Ímeðan vit bíða eftir dystinum, kunnu vit hyggja eftir hesum myndunum, ið eru tiknar á góða túrinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti.