Hóast vit ikki hava fingið armarnar niður aftur eftir knúsandi finalusigurin á B36 í Gundadali leygardagin, kunnu vit allíkavæl taka okkum stundir at hugsa um framtíðina. Vit ynskja sjálvandi eina endurtøku komandi ár, men er tað sannlíkt?
Sum búskaparfrøðingur og fótbóltsfjeppari kann man í hesum døgum skjótt blíva forvirraður. Serliga tá man heldur við bæði KÍ og Manchester United. Hesi bæði feløgini ráða – á hvør sínum støði gaman í – yvir lutfalsliga nógvum pengum, men meðan KÍ eftir 20 ára steðg í vikuskiftinum endiliga kann kallað seg føroyameistara, hevur United seinastu 20 árini ongantíð klára seg verri enn nú. Men er yvirhøvur nakar samanhangur ímillum útgoldnar lønarkrónur og úrslit í fótbóltsfeløgum? Og hvat kann hugsast at henda við bestu fótbóltsdeildini her heima, um rákið við professionalisering heldur áfram?
Money talks, bullshit walks!
Tað eru gjørdar nógvar kanningar av sambandinum millum lønarútgjaldingar og fótbóltsúrslit. Í Danmark verður ein sovorðin uppgerð gjørd hvørt ár. Sí grafin niðanfyri. Loddrætta ásin vísir endaúrslitið hjá feløgunum (innan playoff dystirnar) í Superligaini og næstbestu deildini, meðan vatnrætti ásin vísir natúrligu logratimuna av starvsfólkaútreiðslunum í feløgunum. Jú hægri starvsfólkaútreiðslur, jú longri til høgru eru feløgini. Hvør av teimum 26 feløgunum, ið hava leikt í bestu og næstbestu deildini í 2017/18, eru her umboðaði við einum bláum prikki.
Tað sæst ein rímiliga greiður hagfrøðiligur samanhangur millum lønarútreiðslur og úrtøkuna. Tey feløgini, sum er plaseraði júst á stiplaðu linjuni hava fingið eitt úrslit í samsvar við lutfalsligu lønarútreiðslur teirra. Eitt felag sum Hobro IK fekk eina munandi betri plasering enn teirra lønarútreiðslur kunnu forklára, meðan Esbjerg ikki fekk serliga gott avkast av sínum lønarútreiðslum. Hóast Hobro IK einans hevði 15. størsta búsketti, rakk felagið einum 7. plássi.

Nr 1 fær 6 mió.kr, nr 5 fær 86.000 krónur
Í farnu viku hevði Kringvarpið áhugaverda samrøðu við formannin í Skála Bóltfelag um fíggjarligu viðurskiftini í føroyskum fótbólti. Kanska ein eitt sindur kynisk upptakt til endaumfarið í bestu deildini, men kortini var tað áhugavert at fáa innlit í. Eisini við atlit til rákið við áhaldandi professionalisering av fótbóltinum her heima.
Í fjør hevði Skála Ítróttarfelag inntøkur fyri 2 mió. kr. fyri at fáa virksemi fíggjað. Seinastu tvey árini er Skála endað á einum sætta plássi, men ambitiónirnar røkka hægri, og tí bleiv skrúva upp fyri útreiðslunum í ár fyri at røkka einum plássi millum tey bestu. Men Skála endaði aftur í ár á sætta plássi. Og tí hava tey á Skála seinastu vikurnar verið eitt sindur í brennideplinum, tí seglini máttu repast nú.
“Tað skulu so nógvir pengar til fyri at tjena pengar í føroyskum fótbólti í dag” segði Rógvi Reinert Djurhuus, formaður í Skála, í samrøðuni við KvF. “Teir býirnir og tær bygdirnar, har fótbólturin fyllir nógv, har koyrir tað eisini best. Tey hava eitt sterkt vinnulív aftanfyri seg, og so eru Evropa-pengarnir komnir aftrat. Endar tú sum nummar 1 í Føroyum, so ert tú garanteraður 6 milliónir krónur frá UEFA í minsta lagi. Vit sum eru nummar 5 og niðureftir, vit eru einans garanteraði 86.000 krónur frá UEFA. … Nummar tvey fær 1,5 mió. krónur frá UEFA, meðan trý og fýra fáa eitt sindur minni.”
Niðanfyri sæst talva við endaplaseringum og útvaldum fíggjarpostum úr ársroknskapunum fyri 2018. Greitt er, at fótbóltsgóðska kostar. Leikararnir í KÍ fingu tilsamans 2,5 mió. kr. í samsýning í 2018, meðan leikararnir á Skála fingu slakar 800 hundrað túsund.

Er KÍ “too big to fail”?
Hóast KÍ í fjør hevði inntøkur fyri 8 milliónir krónur, lógu bert 290.000 krónur eftir á botnlinjuni, og eginognin var einans kr. 363.000 við ársenda 2018. Árið í ár man fara at roynast væl betri fíggjarliga við Evropa luttøkuni, men tað er ein sannroynd, at fótbóltsfelagið í Klaksvík ikki hevur verið nøkur góð forrætning hesi seinastu mongu árini. Hetta sæst eisini aftur í øðrum londum, har tað í stóran mun er idealistiskir íleggjarar, ið hava sett váðafúsan pening í feløgini uttan útlit til stórvegis avkast. Russiski ríkmaðurin Abrahamovich hevur brúkt nógvar milliardir krónur upp á Chelsea uttan útlit til at fáa hesa upphædd aftur.
Danski serfrøðingurin í fótbóltsbúskapi Rasmus K. Storm hevur samanborið hendan viljan til at lofta feløgum fíggjarliga við bankar, ið eru “too big to fail”. Stórbankarnir fingu bjargingarpakkar í sambandi við fíggjarkreppuna, tí samfelagsbúskaparliga undirstøðukervið ikki toldi, at teir fóru av knóranum. Á sama hátt vilja tað altíð vera stuðlar, íleggjarar og lániveitarar, ið vilja hjálpa lokalum ítróttarfeløgum. Tey eru ov týdningarmikil fyri mentanarliga samleikan í teirra økjum mótvegis restina av landinum til at lata fyri bakka.
Tá KÍ fyri 10 áru síðani rykti niður úr bestu deildini var lagið ringt í mongum kaffistovum í Klaksvík. Og hesa vikuna munnu tað vera mong arbeiðspláss, sum hava bjóða okkurt søtt aftur við kaffinum, nú klaksvíkingar enn einaferð kunnu kallað seg Føroya besta fótbóltslið. Onkur vil óiva halda tað fylla í meira lagi, men sovorðnar løtur gerast næstan allir klaksvíkingar fótbóltsfjepparar.
Krevur rygg at stjórna í góðum tíðum
Fótbólturin er framvegis rundur, og tað vil krevja blóð, sveitta og tár – og nógvar pengar – at endurvinna meistaraskapið komandi ár. Tí fíggjarlig styrki merkir ikki, at úrslitini koma av sær sjálvum. Hetta sæst eitt nú aftur í donsku úrslitunum fyri 2017/18, har eitt nú Hobro og Horsens gjørdu eitt veiggj, meðan ríka FCK snávaði. Tað krevur tí rygg at stjórna í góðum tíðum, nú KÍ av álvara fær eina fíggjarliga innspræning og skal leggja til rættis til komandi ár. Kvalitetur kostar.
Meira yvirskipað kann spurningurin tó eisini reisast, um rákið við professionalisering er við at polarisera støðuna í føroyskum fótbólti, har veikastu liðini heilt blíva hektaði av, tí tey fíggjarliga ikki strekkja til. Hendir tað, kann tað eisini koma undirhaldsvirðinum í kappingini aftur um brekku. Tá er lítið vunnið. Tað er tí eisini ein opin spurningur, um Fótbóltssambandið ikki eigur at samtykkja nakrar leiðreglur um, hvussu nógv feløgini kunnu brúka upp á leikaralønir einstøku árini. UEFA hevur gjørt líknandi leiðreglur í evropeiskum høpi fyri fleiri árum síðani.



