skrivar Høgni Hoydal, ið atkvøddi fyri uppskotinum at gera Føroya sum eitt valdømi – men tað vóru noy-sigararnir sum høvdu ábyrgd av at úrslitið bleiv sum tað bleiv
Eri sera fegin um skilagóða brævið hjá Jógvani Eliasen.
Eisini havi eg stóra virðing fyri Karl Mariusi (og øðrum), sum torir at taka avleiðingar og ger nakað við tað, sum hann stendur fyri. Tað havi eg upplivað í mongum málum, har vit báðir Karl Marius hava verið ósamdir. Eg vóni sjálvsagt, at Karl Marius broytir hugsan, men eg veit, at tað ger hann ikki uttan so, at hann fær haldgóðar grundir og orsøkir – og ikki við trýsti ella uttanumtosi.
Men eg eri síðani rættiliga bilsin av, hvussu lætt tað er í Føroyum at renna undan ábyrgd og at turka egna ómegd yvir á onnur.
Og her hugsi eg um teir, sum skulu eitast at vera ímóti einum valdømi í samgonguni.
Vit gloyma nærum altíð í Føroyum, at tað eru tey, sum hava valdið at gera nakað, sum skulu haldast til svars og til ábyrgd fyri sínar gerðir.
Men tey sleppa aloftast undan og lagt verður ístaðin eftir teimum, ið ikki sita við valdinum.
Málið um eitt valdømi, hava undirritaði og 5 tjóðveldisfólk sagt seg taka undir við – og eg játtaði saman við umboðum fyri allar aðrar flokkar, at málið kundi leggjast frítt til tingsins viðgerð, og at tingfólk tá máttu taka støðu eftir egnari sannføring. Hetta var áðrenn summarfrítíðina.
Í heyst boðaðu øll tjóðveldisumboð alment frá, hvussu tey fóru at atkvøða, um málið kom so langt.
Eftir at málið kom á ting, hava vit tó fýlst harðliga á mannagongdirnar og framferðina.
Tí hvat hendi? Uttan at allir flokkar vórðu tiknir uppá ráð, var ein sonevnd avtala gjørd í Tinganesi millum samgonguflokkarnar og kunngjørd Føroya fólki.
Ongin roynd varð gjørd at fáa breiðar semjur í tinginum.
Málið varð rætt og slætt parkerað.
Vit roknaðu við, at so var málið leyst og liðugt og fleiri mánaðir gingu.
Í rættarnevndini hava sonevndu nei-sigararnir í samgonguni eftir øllum at døma trúð uppá hesa semju, tí ongin roynd hevur verið at funnið semjur við andstøðuna ella at gera okkurt kompromis, ið gekk báðum pørtum á møti.
Eg havi tildømis sagt øllum nei-sigarum í samgonguni, at eitt kompromis kundi verið at sett talið av valdømisvaldum niður í tvey fyri hvørt valdømi og so havt restina eykavalt. Tá hevði tú varðveitt javna umboðan úr øllum valdømum og síðani lata fólkabroytingar avgjørt restina.
Men onki hevur verið gjørt, tí "hetta skuldi alt orðnast í samgonguni", søgdu samgongumenn.
Í veruleikanum hava nei-sigararnir úr samgonguni onki gjørt yvirhøvur. Teir hava sagt, at løgmaður fór at skriva út val, um málið varð samtykt við 2. viðgerð. Og teir hava annars bæði tíðliga og seint hótt við samgongusliti.
Og so knappliga kemur álitið úr rættarnevndini fram.
Hvat hendi? Allir nei-sigarar í samgonguni royndu nú at rópa í fjølmiðlunum og vaska sínar hendur.
Men gjørdi nakar álvara av sínum hóttanum?
Hvar var nú hóttanin um at skriva út val?
Hví kravdi Kristian Magnussen ikki, at hansara egni løgmaður støðgaði málinum? Hann hevur valdið til tað.
Hví gjørdi Marjus Dam ikki álvara av sínum hóttanum um samgonguslit? Hann hevur valdið til tað.
Hví søgdu Jørgin og Anfinn ikki beint fram við løgmann og restina av samgonguni, at um málið varð samtykt, so slitu teir samgonguna?
Tá hevði málið verið steðgað, beint sum tað lá.
Men valdið var eftir øllum at døma teimum ov kært, Ongin vildi offra nakað ella taka nakrar avleiðingar.
Og so skal sjálvsagt Tjóðveldi hava ábyrgdina. Vit hava hildið okkum nett til tað, sum vit fráboðaðu í heyst.
Ongin hevur broytt støðu ella er komin við tómum hóttanum.
Og tey, sum hava atkvøtt ja, kunnu sjálvsagt grundgeva fyri sínum sjónarmiðum – og vit mugu taka ábyrgd av okkara støðutakan.
Eg havi greitt frá, hví eg atkvøddi ja.
Men at siga heilt seriøst, at Tjóðveldistingfólk skuldu taka upp eftir ábyrgdarundanstøkkingina í samgonguni og bjarga samgonguni, er mær óskiljandi.
Vit sita ikki við valdinum – tíverri. Vit fingu ikki høvi at viðgera nakra semju – tíverri.
Tey, sum høvdu bæði møguleikan og vald at steðga ella broyta málið – runnu undan. Og royna nú at gráta rossatár.
Tað kann bert henda í einum landi, har tann, ið tvíheldur um valdið, ongantíð verður settur til svars. Tað ræður um altíð at finna ein annan syndabukk.
Eg veit bara tað, at um eg var í samgongu og vildi steðga málinum, so hevði eg ikki runnið klokkan tveir minuttir í tólv og látist at vilja hava broytingar.
So hevði eg kravt málið støðgað – ella tikið avleiðingarnar og farið.
Hevði bert helvtin av nei-sigarunum í samgonuni sagt tað, so varð málið steðgað í dag.
So einfalt er tað.




