Samstundis, sum Castrol oljufelagið í hesum døgum fyllir 110 ár, eru júst 150 ár síðani stovnarin og filantropurin Charles “Cheers” Wakefield, varð føddur í Liverpool
Í ár eru 150 ár runnin, síðani kendi filantropurin og virkiseigarin Charles "Cheers" Wakefield, varð føddur í Liverpool.
Sum 40 ára gamal stovnaði hann tað seinni so framkomna og kenda oljufelagið Castrol, sum fyrstu níggju árini bar navnið Wakefield Oil.
Sostatt fyllir Castrol júst í hesum døgum 110 ár og hevur ongantíð verið betri kent og verið meiri framkomið enn nú 110 ár eftir stovningardagin.
Samstarv og gransking
Áhugaverda virkisfilosofiin hjá Charles Wakefield var at útvikla oljuna í samstarvi við teir, sum skuldu brúka hana. Tí kom hetta einki minni enn at vera ein kolvelting fyri bæði hann sjálvan og brúkaran.
Umframt hetta samstarvið, so er ein meginorsøk til, at hetta hevur verið ein rein succes, at teir altíð hava baserað sína framleiðslu á íløgur í gransking.
Millum aðrar stórar fyritøkur sum hava gjørt tætt samstarv við Castrol, so brúka teir sum partnarar um allan heimin Jaguar ltd, Land Rover, Volvo bilar og Aston Martin.
KBI og Castrol
Í Føroyum hevur Castrol seinastu árini veruliga fingið fastatøkur á marknaðinum bæði á sjógvi og á landi við felagnum KBI í Klingrugarði í Klaksvík sum umboð og innflytara.
Tað er serliga fiski- og offshorevinnan, byggivinnan og teir teir størru bilarnir sum brúka Castrol í Føroyum, og KBI selur eisini Castrol til útlendsk skipafeløg.
Kann til stuttleika eisini verða nevnt samanfallið av, at og Charles Wakefield, stovnarin á Castrol, varð føddur í Liverpool, soleiðis er stjórin á KBI, Karl Birgir Isaksen ein av dyggastu fjepparum í fótbóltsliðinum Liverpool og hann hevur júst verið har á vitjan.
Fleiri upplýsingar finnast inni á heimasíðuni www.kbi.fo




