Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld kann KÍ leggja seg á odda í 1.deild

Jákup Ósá

KÍ fær vitjan av botnliði og við sigri leggja klaksvíkingar seg á odda í næstbestu deildini í øllum førum í eitt døgn.

KÍ fær vitjan av botnliði og við sigri leggja klaksvíkingar seg á odda í næstbestu deildini í øllum førum í eitt døgn.

Næstbesta liðið hjá KÍ hevur staðið seg óvanliga væl higartil í ár. Liðið hevur og er framvegis partur av oddastríðnum. KÍ liggur á 3. plássi, tvey stig aftanfyri NSÍ á 1. plássi. KÍ spælir í kvøld á heimavølli móti botnliðnum ÍF. KÍ er stórfavorittur undan dystinum. Hinir dystirnir í 1.deild hetta umfarið vera spældir antin í morgin ella leygardagin. Tí kann KÍ leggja seg á oddasessin í minsta lagi í eitt døgn við sigri í kvøld.

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 19.15. Dómari verður Janus Fossdalsá.