Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld verður Ársins jóladansur í Klaksvík

Tíðindaskriv

Í kvøld spæla Frændur og Grandmas Basement í Badmintonhøllini

Annað jólakvøld verður stórt tónleikatiltak í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tveir av bestu live-bólkum í landinum fara at spæla til Ársins Jóladans.

Frændur eru veruligu legendurnar í føroyskum tónleiki. Eingin bólkur hevur sum teir megnað at skriva sangir til stóru føroysku fjøldina. Sangir um kærleika, frið, samfelag og tíðaranda. Sangir sum Føroyar, Mítt Land, Eros, 80ini, Caissa, Minnst Tú Gildið, Til Tey Stressaðu og Lívsmynd. Frændur er syngið-við og dansið-við, og annað jólakvøld spæla teir allar sínar bestu sangir í heimstaðnum.

Grandma’s Basement telist millum lívligastu og festligastu live-bólkar í landinum. Forherðaðir og eygagóðir og spæla við orku og humor. Hittini runga eitt fyri og annað eftir – Hon fær ongantíð nokk, Renna Nakin, Reyvarhol, Gay og aðrir. Grandmas gevur tí allan armin í Badmintonhøllini í Klaksvík annað jólakvøld.

Ársins Jóladansur verður í Badmintonhøllini í Klaksvík annað jólakvøld frá kl 23.00 til 04.00. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Kiosk 700 í Klaksvík, Effo í Leirvík og á heimasíðuni atgongumerki.fo