Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld verður stóra løtan hjá Vígdis

Oliver Joensen

Flestu munnu vita, at Vígdis Olsen frá "Ka’ du danse" er hálvur klaksvíkingur og í kvøld mugu vit sláa ring um hana.

Tey eru helst mong, ið hava fylgt Vígdis Olsen á kanal 5, har hon hevur roynt seg í kapping við aðrar dansarar í "Ka’ du danse".



Vígdis er dóttir Eliesar Olsen, yvirlækna, ella vanliga nevndur Eliesar á Stongunum.



Bert spell at vit í Føroyum ikki kunnu atkvøða um telefonina fyri Vígdis, men um vit øll heita á tey vit kenna í Danmark, so kunnu vit gera okkara til í hvussu er, at vakra og frískliga Vígdis eisini fær nakrar atkvøður frá okkum.



Tey í Danmark kunnu atkvøða 12 ferðir hvør, so tað er bara at ringja niður og biðja tey vit kenna senda eina atkvøðu til Vígdis, tí sjálvandi halda vit at hon er tann allarbesti dansarin í kappingini.

Harleyfacadeacryl