Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í meðan vit bíða til Løgmaður kemur heim

John William Joensen

Uppisølan (øll skulu hava sama møguleika at bjóða uppá fiskatilfeingið) hevur fullkomiliga koyrt orðaskifti um framtíðar føroysku fiskivinnuna av sporinum. Sama er við hugtakinum ”ogn Føroya Fólks”. Tað løgna er at nýskipanarbólkurin, sum sambært landsstýrismanninum sjálvum var mannaður av fremstu serfrøðingunum, viðger júst hesi baði evni og var einmælt samdur um at orðingin ”ogn Føroya Fólks” varð háfløgt og hevði ONGAN praktiskan týdning og mælti tí EINMÆLT frá at brúka hetta hugtaki í eini nýggjari skipan.

Uppisølan (øll skulu hava sama møguleika at bjóða uppá fiskatilfeingið) hevur fullkomiliga koyrt orðaskifti um framtíðar føroysku fiskivinnuna av sporinum. Sama er við hugtakinum ”ogn Føroya Fólks”. Tað løgna er at nýskipanarbólkurin, sum sambært landsstýrismanninum sjálvum var mannaður av fremstu serfrøðingunum, viðger júst hesi baði evni og var einmælt samdur um at orðingin ”ogn Føroya Fólks” varð háfløgt og hevði ONGAN praktiskan týdning og mælti tí EINMÆLT frá at brúka hetta hugtaki í eini nýggjari skipan.

Niðurstøðan hjá nevndini:

1.5 Ogn Føroya fólks handhevjast við avmarkaðum brúksrætti

Nevndin er samd um, at rætturin at gagnnýta livandi tilfeingið, sum er í føroyskum sjógvi, og sum Føroyar eiga í altjóða sjógvi ella hava samrátt seg til við onnur lond, eigur at vera ein avmarkaður brúksrættur, eisini í tíð. Ein komandi lóg um vinnuligan fiskiskap eigur tí greitt at áseta gildistíð og reglur fyri, hvussu hesin brúksrættur verður skipaður. Nevndin metir somuleiðis, at greiðar, regulerandi ásetingar hava størri týdning fyri rættarstøðuna enn ein háfloygd endamálsorðing. Endamálsorðingar áseta oftast ikki nakra rættarstøðu, og tað hevur orðingin um ogn Føroya fólks heldur ikki gjørt. Regulerandi ásetingarnar í eini komandi lóg um vinnuligan fiskiskap eiga øðrumegin at tryggja áhugamálini hjá landinum sum eigari ella avvarðandi av livandi tilfeingi Føroya, m.a. møguleikan at skifta kós ella at broyta fiskivinnupolitikkin, um tað verður hildið neyðugt. Hinumegin eiga tær at skipa karmarnar um brúksrættindini hjá teimum, sum annaðhvørt hava ella í ókomnum tíðum fara at gera íløgur fyri at gagnnýta sín í ávísa tíð tillutaða og avmarkaða rætt at heysta úr okkara felags tilfeingi. Hesi viðurskiftini verða umrødd í kap. 3 í frágreiðingini. Nevndin hevur á hoyringsfundum givið sær far um, at full semja tykist galda millum allar partar í vinnuni, verkafeløgunum og politisku flokkunum um, at rætturin at gagnnýta føroyskt tilfeingi eigur at verða ásettur sum ein brúksrættur. Sjálvt um tað kann vera ymiskt, hvat partarnir leggja í brúksrættin, eiga líkindi at vera fyri, at ein breið, politisk semja verður funnin um henda partin í eini nýskipan av fiskivinnuni.


Uppboðsølan

Í samband við barnið hjá Høgna Hoydal ”uppboðsølan” bað serfrøðingabólkurin um loyvi frá landsstýrismanninum eisini at kannað aðrar skipanir, men hetta var teimum noktað.

Nevndin hevði tí bert eitt at gera og tað var at finna eina skipan, sum kundi fáa tað besta burtur úr eini uppboðssølu, og tað er trupult at lesa niðurstøðuna ørvísi enn eitt greitt frámæli. Harafturat ávarðar nevndin júst landsstýrismannin og løgtingið ímóti avleiðingunum av slíkari skipan.

Nevndin hevur umrøtt, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættindum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna. Tí verður mælt til eina skiftistíð, sum ger, at tað bert er ein avmarkaður partur av samlaðu fiskirættindunum, ið verður boðin út hvørt ár. Eisini eru stórar avbjóðingar í at fáa eina uppboðssølu at virka eftir ætlan, m.a. tí at ymiskar avmarkingar verða settar, og tí at talið av aktørum, sum kunnu luttaka, er avmarkað. Nevndin er eisini í iva um, hvussu væl ein uppboðssøla kann tryggja, at aðalendamálini í arbeiðssetninginum kunnu røkkast. Í hesum sambandi hevur nevndin eisini umrøtt kombinatiónsleistir, har ein partur verður seldur á uppboði, og ein partur verður lutaður út eftir søguligum rættindum. Hesin leistur er tó ikki í samsvari við nágreinaða arbeiðssetningin og varð tí ikki viðgjørdur neyvari.

Við støði í neiligu afturmeldingunum á hoyringsfundunum frá øllum pørtum av vinnuni og fakfeløgunum kann spurningur setast við støðufestið í eini fullkomiligari umlegging av útlutingini av rættindum. Nevndin er ikki vitandi um nakað annað land, sum lutar út øll síni fiskirættindir á uppboðssølu, tí er torført at meta um avleiðingarnar av eini umlegging. Partur av nevndini metir ikki, at tað er skilagott at fremja eina so kollveltandi umlegging av føroysku fiskivinnuskipanini, sum tað at verkseta eina uppboðssølu av øllum fiskirættindum er. Partur av nevndini metir hinvegin, at uppboð av fiskirættindunum er skilabesti leisturin at luta út.

Torført var at semjast um eitt útgreinað uppskot um uppboðssøluskipan, m.a. tí at smálutir í uppboðssøluháttinum hava stóran týdning fyri, hvussu uppboðssølan kemur at virka. Ein avbjóðing er at tryggja, at kappingin er jøvn fyri allar partar á uppboðssøluni – herundir at fyribyrgja avtalaðum spæli. Í summum førum kann hetta loysast við at áseta ein minstaprís. Eitt lítið samfelag kann eisini geva avbjóðingar í mun til at tryggja nøktandi kapping sum heild. Ein onnur stór avbjóðing er vandin fyri, at uppboðssølan tekur hugin frá fólki at investera tíð, pening og orku í tað at fiska, hagreiða og marknaðarføra fiskin við einum langtíðarmáli fyri eyga. Við hesum í huga gjørdi nevndin kortini tvey útgreinað uppskot um uppboðssølu í teirri vón, at uppskotini kundu stimbra til víðari viðgerð í politisku skipanini og í almenna kjakinum

Í politikki ber ikki til at bakka

Hóast serfrøðin staðfesti at barrnið hjá landsstýrismannin er deyðføtt, hevur landstýrismaðurin ikki vilja ella megnað at fata hetta. Í øllum føri hevur hann ongantíð megna at tikið avleiðingarnar av hesum.

Eftir drúgva telving, serliga eftir útlúgvandi fundir á seglloftinum í Tvøroyri, standa vit framvegis við børuna hjá deyða barninum og nú eru ongar røddir eftir, sum tola rama líkluktin úr Fiskimálaráðnum.

Orðaskiftið um framtíðar fiskivinnupolitikkin, snýr seg ikki um hvussu vit fáa eina burðardygga, effektiva, rationella fiskivinnu, sum kastar so nógv av sær, sum gjørligt til vinnuna, sjófólk, verkafólk og samfelagið sum heild.

Í staðin er fokus sett á lægsta felagsnevnaran. Øll skulu hava sama møguleika at royna seg í tilfeingisvinnuni, og tað skal verða so lætt sum gjørligt hjá óroyndum at keypa skip og sleppa til fiskiskap á føroysku grunnunum. Teir sum í ára tíggjur hava bygt sítt virksemið upp skullu avmarkast og minkast og stendur ikki FO á reyvini, so skalt tú út úr vinnuni. Tó eru Íslendingar undantiknir, tvs. stovna eitt partafelag í Íslandi, so standa allar dyr opnar í Føroyum??? Eisini skulu serlig atlit takast til hvar í landinum tú býrt. Samgongan er vorðin samd um at stór virðir skulu flytast suður á land og ankrast har. Eisini skal landsstýrismaðurin sjálvur ráða yvir stórum parti av tilfeinginum.

Lurtað verður ikki eftir serfrøðingum og royndum vinnulívsmonnum.

Tað syrgiliga er, at nú er framtíðar føroyski fiskivinnupolitikkurin, læstur fastur í stríði millum andstøðu og samgongu um valdið í Føroyum.

Løgmaður liggur og sólar sær uttanlanda og letur standa til í Føroyum?

Hugvekjandi at eygleiða hvussu politiska skipanin virkar nú vit øll eru í sama valdømi og sokallaði landspolitikkurin verður stýrdur sunnan av landi.