Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Í Mikladali at tendra jólatræið

Oliver Joensen

Sum sagt, so hevði Markus í Norðnástovu felt fýra ymiskar røður niður á blað, nú tey fýra jólatrøini í Kalsoynni skuldu tendrast. – Blíðskapurin var óførur í Mikladali. Kalsoyingar høvdu avgjørt, at her skuldu gestirnir fáa eina góða máltíð, so í Avhaldshúsinum varð borðreitt vit ræstari súpan og kjøti og harumframt fingu vit rísgreyt, kaffi og køkur og prátið gekk lystiliga í matarsalinum. – Sum sæst á myndunum, so var tað lítla Birita Sivertsen, ið fekk heiðurin at tendra jólatræið í Mikladali 2017.

Markus segi soleiðis í røðu síni.

Gott kvøld góðu gestir og bygdafólk!

 

Nú eru vit so komin heim til Mikladals, í okkara turné til at tendra øll 4 jólatrøini í oynni í kvøld, og til heiður fyri Hornorkestri, sum ótroyttiliga kemur í oynna á hvørjum ári at spæla tá jólatrøini á Nesi og her, og í ár á Húsum og Syðradali eisini, verða tendrað, havi eg gjørt av at hava 4 ymiskar røður, um ein kalla hesi fáu orð fyri røður.

 

Ein føroysk summarnátt

Eg eri Mikladalsmaður við stóra M, her havi eg altíð verði og eri her enn, Rasmus Effersøe yrkir, her meg móður bar á mjúkum armi, her eg lærdi grulva stettla út, lítið visti eg av neyð og harmi, tí eg eftir Føroyum berist út, altíð má eg tað í minni bera, um enn landið ei er stórt og gott, hvat á jørð kann meiri herligt verða, enn ein Føroysk miðju summarnátt.

Nú fari eg at hugleiða um jólini, sum eg mynnist tey sum barn og frameftir, jólini her í Mikladali byrjaðu tíðliga og endaðu seint, minnist tað, sum tað var í gjár, at tá vit komu úr føðingardegnum hjá Kristinu Suðuri í Húsi, um kvøldið 30. novembur, høvdu foreldur okkara vaska og pynta køkin og hongt 4 jólakalendarar upp. Tað vóru sum regul teir somu 4, sum høvdu hingið uppi árið fyri, men tað var líka spennandi hvørjaferð, at vita um ein høna, gás, nissa, kavamaður ella ein grísur, fjaldu seg handan lúkuna hvønn morgun, ið vit lótu eina lúku upp.

 

Brendi bøkkar í komfýrinum

Mamma var sera fort, var jú systurdóttir Buldrik og bróðurdóttur Express so hon byrjaði longu at baka til jóla síðst í november, ja eini 16-18 sløg av smákøkum, so sum jødakøkur, júttibreyð, siropskøkur, pleskner, sandnøtur, vallnøtur og fleiri onnir sløg eisini, til seinast kókaði hon kleynirnar. Áðrenn ravmagn kom til bygdina, bakaði hon alt í komfýrinum og tað riggaði fínt. Tá jóla bakingin var fyri, gekk nógv torv, tað var tí ikki so løgi at eitt systkinabarn mítt úr Klaksvík helt fyri, at mostir var so sera løgin, tí hon brendi bøkkar í kol komfýrinum. Seinni tá vit høvdu fingið ravmagn, keyptu vit ein ovn við 2 kókiplátum omaná. Tá var alt sera skjótt hjá mammu at baka, tí nú gekk tað dupult so skjótt, tað var jú sum at partrola.

 

Pápi gjørdi holabátar

So vóru tað gávurnar, sum gevast skuldu og ikki at tala um tær sum vit so fingu norð. Ofta komu tær tíðliga í desembur, tí bleiv liggjandi høgætt kundi brim verða leingi og óvist var um tær komu til tíðina. Tí vóru jólatrøini ofta bíløgd tíðliga eisini, gávurnar sum vit fingu norð blivu so allar lagdar oman í fínustovu, og gingu vit oman um kvøldarnar at klípa pakkarnar og meta um hvat vit kanska fingu í jólagávu, ah sum tað var spennandi og leingi at bíða eftir jólaaftan. Minnist at eini jól, gjørdi pápi holabátar til allar dreingirnar í familjuni í jólagávu, sæt uppi á verkstaðnum har hann telgdi og málaði einar 15-20 bátar sum allir vóru grønir við ljósagrønum stokkum, men mín var nakað størri og hevði orange littar stokkar.

 

Ein glóðheit grýta við rísingreyti

So komu jólini loksins, vit dansaðu altíð um træið áðrenn vit pakkaðu upp, tá vit vóru ov fá og ov smá til at ringurin rakk runt træið, høvdu vit kustaskøft ímillum okkum fyri at røkka runt, so tá kundi ringurin blíva 6 ella 8 kantaður. So var jóladøgverðin, sum altíð var ræst tjógv í ovninum og altíð smakkaði óføra væl, so kom rísingreyturin og tá eg sigi rísingreyturin, so meini eg rísinreyturin, ein glóðheit grýta við eini 10-15 litrum av rísi bleiv sett á borðið, við eini mandlu í. So at súpa kapp við vón um at fáa mandluna, til grýtan var tóm, og tá hevdi onkur klovn fyngið hana við fyrstu skeið og goymt hana, uff uff sum ein var mettur.

 

Jólini vardu líka til páskir

Mettur, tað var ikki aleina tað, tí síðani gingu jólini við at ganga hús úr húsi, at eta seg um rygg, og tá jólini fóru at halla dansaðu vit jólatræ hús úr húsi og hugnaðu okkum í hesu myrku árstíð, ja hjá okkum fór træið ikki út fyrrenn dagin eftir mín føðingardag, sum er 18. januar, og eg minnist Bergtóru siga, at hon koyrdi jólatræið út tá Jógvan Andrias hevði fylt og tað er 4. febuar, so jólini vóru long og góð, ja vardu líka til páskir, og tá sá alt jú ljósari út.

Sjálvt um øll her í dalinum gjørdu sera nógv burturúr tí materiella um jólini, so lá tað andaliga sera frammaliga og hví vit hildu jól allar fremst hjá øllum. Vit og øll hini brendu jú ljós í øllum rúmun jólanátt, ja í fjósinum, seyðahjallara, hønhúsi, ymsum úthúsum og so víðari. Vit mintust á henda hátt heimsins Frelsara, sum var føddur okkum jólanátt fyri at frelsa mannaættina, hugsi altíð um “Eg gleðist so hvørt jólakvøld” í hesum sambandi.

 

Gjørdi av at ganga sum jólamaður

Eg eri sum øll eftir hondini hava funnið útav, so sera sera jólaligur, jólini 92 gjørdi eg av at fara at vitja øll húsini í bygdini við góðgæti jólaaftan, meðan tey sótu og pakkaðu gávurnar upp. Eg var ikki í einglabúna, hevði ongar veingir og onga gloriu, men var í reyðum búna handan stórt hvítt skegg, men tann gleði og vón sum eg møtti í øllum húsunum, ja eg føldi at eg lýsti úr tí fjalda eina fantastiska jólagleði út til tey og tey eina fantastiska gleði inn til mín, sum gleddi hjarta so nógv, at vit enn í dag vitja í húsini jólaaftan ella í túnið her, tó altíð inn til tey gomlu í øllum førum. Haldi at tit gleða okkum meir enn vit gleða tykkum.

 

”Nú Jesus loysti meg”

Eg vil enda við at sitera úr minninum mín veðuliga jólasang, sum gav mær vón um lív og gleði í allar ævir: “Nú síðan Jesus loysti meg…”

Gleðilig jól og takk fyri at tit lýddu á.

 

Harleywoodpaint