KÍ spælir í Sørvági.
Nú byrjar landskappingin aftur og komandi vikurnar verða harðar hjá KÍ, sum í fýra vikur á rað skal spæla Europadyst umframt landskappingardystir hvørt vikuskiftið.
Fyrsti dystur verður nú móti 07 Vestur í Sørvági. Dysturin verður sunnudagin kl. 15.00.



