Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í morgin fer KÍ-hópurin til Luksemborg

Jákup Ósá

Talan verður ein um langan ferðadag.

KÍ-hópurin flýgur við Atlantic Airways kl. 09.00 til Paris, har tað síðani verður farið við bussi til Luksemborg. Flogtúrurin tekur 2,5 tímar, meðan busstúrurin tekur minst eini 4-5 tímar. Við túrinum úr Klaksvík, bíðitíð og steðgum verður talan um ein drúgvan ferðadag, men KÍ spælir ikki fyrr enn mikukvøldið, so vónandi er tað nokk at hava týsdagin at koma fyri seg í hjá teimum, sum skjótt troyttast av ferðing.

Sum skilst verður hópurin tann sami sum seinast við einari broyting. Jóannes K. Danielsen verður við í 20-manshópinum, meðan ein leikari ikki verður við av teimum, sum vóru á dómaraseðlanum seinast.

Differdange 03-KÍ spæla mikukvøldið kl. 18.00. Dysturin kann keypast í KÍ-varpinum HER fyri áleið 150 kr.