Skráin verður hendan:
Kl. 14 – 17: Heilsucafé og opið Sjúkrahús.
Sjúkrahúsið hevur opið hús millum 14.00 og 17.00, og øll eru vælkomin.
– inngongd millum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.
Kl. 14.00: Heilsucafé
Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni til øll vitjandi.
Kl. 14.00: Workshops
Heilsustovan (2. hædd)
Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur.
Kl. 14.00: Fysio- og ergoterapiin
Til ber at gera eina konditest, og at máta feittvirðið í kroppinum.
Kl. 14.00: Rannsóknarstovan
Tilmelding til blóðgeva.
Kl. 14.30: Rennararnir koma í kantinuna
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur røðu.
Hvar: Klaksvíkar Sjúkrahús
Nær: Leygardag 23. februar kl. 14.00



