Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í morgin letur jólabyurin upp

Tíðindaskriv

Leygardagin kl 15.00 letur Jólabýurin upp. Hetta er fyrstu ferð at Klaksvíkin er karmur um ein slíkan jólabý. Á staðnum ber til at vitja tríggjar hugnaligar smáttur, sum næmingar úr Tekniska Skúla hava gjørt. Í smáttunum ber til at keypa vaflur, gløgg, kakao, brendar mandlur o.a jólaligt. Eisini verður tann eina smáttan umboð fyri skapandi vinnu her norðuri. Miðstovan verður eisini opin við hugnaligum jólatónleiki og jólamaðurin hevur lovað, at vísa fram hansara arbeiðsverkstað.

”Fyrireikingarnar ganga væl og eg gleði meg so nógv til startskotið í morgin”, sigur Annika S. Biskopstø samskipari av Jólabýnum.

”Vit hava ordiliga spílað okkum út. Eg havi sett saman eitt kreativt toymi, sum hevur verið til arbeiðis alla vikuna. Eisini havi eg verið í samband við ymisk feløg og virki, sum koma at skipa fyri hugnaliga og innbjóðandi sølupartinum.”

Á skánni í morgin verður m.a Stanley Samuelsen í Spaniastovu kl 15.00 og borgarstjórin, Jógvan Skorheim, kemur at siga nøkur orð kl 17.00.

Jólabýrin er opin hesar dagarnar í desembur:

6. des

13.des

14.des

17.des

18.des

19.des

20.des

21.des

22.des

23.des

Allar dagarnar verður opið frá klokkan 15.00-20.00. Frá leygardegnum 13.des byrjar jólaskráin. Nærri kunning um hetta verður í komandi viku.