Klokkan 7.00 í morgun grikska tíð byrjaði 31. Spartathlon renningin, sum verður runnin frá Athen til Sparta í Grikkalandi. Teinurin er 246 kilometrar til longdar.
Á startstrikuni stóð fyri fyrstu ferð ein føroyingur, nevniliga Pól Sundskarð úr Treysti. Pól er føroya kendasti ultrarennari, og hevur áður gjøgnumført 100km, 7 marathon í 6 dagar, 24 tíma renning og fyrr í summar 100 míl. Allar hesar renningar hava verið á Bornholm, men nú hevur Pól tikið av einari munandi størri avbjóðing í Grikkalandi.
Hann skal renna frá Athen til Sparta, sum altso er ein teinur uppá 246 kilometrar, og hæddarkurvan er frá sjóvarmálanum og til 1.200m. Tað eru 350 rennarar, 311 menn og 39 kvinnur, úr 34 londum við. Tað sleppa bert 350 rennarar við til kappingina, sum skal gjøgnumførast uppá í mesta lagi 36 tímar. Tvs. ein skal renna knappar 7 kilometrar um tíman í meðal. Seinasta ár vóru tað bert 72 rennarar, sum komu á mál áðrenn 36 tímar.
Á rutuni, fyri hvørjar 3-5 kilometrar, eru tilsamans 75 sonevnd “check point” tvs. ein skal hava runnið til hesi støð áðrenn eina ávísa tíð. Um ein ikki megnar at koma til eitt “check point” til ásettu tíðina, ja, so er treytin tann, at ein verður tikin út úr kappingini og sleppur sostatt ikki at renna víðari.
Trygdin á rutuni er í hásæti, og eru bæði læknar, politi, fysioterapeutar tøkir allar 36 tímarnar. Renningin er sera krevjandi, og tað ikki einans teinurin, sum ger tað, men eisini tíðarkrøvini og veðrið eru tíðandi partar.
Á hesi heimasíðuni ber til at lesa nógv meira um hesa kapping, og her ber eisini til at fylgja við beinleiðis hvussu tað gongur hjá Pól: Spartathlon 2013
Á hesi leinkjuni er kort av rutuni: Spartathlon rutan 2013
Her niðanfyri síggjast nøkur høvuðs “check point”og nær Pól í seinasta lagi skal vera komin til hesi:
| Renni partur |
Kekk stað nr. |
Teinur frá Athen |
Síðsta punkt stongir |
Teinur til Sektor |
Max tíð (samlað tíð) |
| ATHEN til Korinth |
0-22 | 81 km | 16:30 fríggjadagin | 81 km | 9:30 tími (9:30 tími) |
|
Korinth til |
22-35 | 124 km | 23:00 fríggjadagin | 43 km | 6:30 tími (16:00 tímar) |
| NEMEA til LYRKIA |
35-43 | 148,4 km | 03:30 leygardagin | 24,5 km | 4:00 tímar (20:00 tímar) |
| LYRKIA til NESTANI |
43 -52 | 172 km | 07:30 leygardagin | 23,5 km | 4:30 tími (24:30 tími) |
| NESTANI til Tegea |
52-60 | 195 km | 11:00 leygardagin | 23 km | 3:30 tími (28:00 tímar) |
| TEGEA til SPARTA |
60-75 | 245,3 km | 19:00 leygardagin | 50,3 km | 8:00 tímar (36:00 tímar) |




