Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Í morgun stevndu “pelagusku” skipini móti íslandsmiðunum

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Um 11 tíðina í morgun fór Christian í Grótinum um Klakkin á veg á Eysturlandið. Norðborg fór av Ánunum um hálvgun tvey tíðina.

Í stuttari viðmerking fyri løtu síðani segði Bogi Rasmussen, skipari á Christiani í Grótinum, at teir, eftir at hava ligið á Klaksvík í ein lítlan mánaða nú eru á veg á sildaveiðu undir Eysturlandinum í Íslandi. Tað er bara sildin vit hava møguleikar at royna eftir í løtuni og eg rokni við, at hesin fiskiskapurin fer at halda á árið út. 13 mans eru við Christiani í Grótinum, segði Bogi Rasmussen at enda.

Vit hittu eisini Jón Rasmussen, skipara á Norðborg. Jón Rasmussen sigur, at teir eru eisini á veg á íslandsmiðini. Sum støðan er í løtuni, so liggja skipini beint uttanfyri Seyðisfjørðin, har tey hava nortið við sild. Tróndur í Gøtu er á veg til hús, ella hevur landað á Tvøroyri, ímeðan Finnur Fríði, Gøtunes og Akraberg eru á økinum.

Umborð hjá okkum verður øll sildin skorðin til flak og útflutt eystureftir. 28 mans eru við Norðborg, umframt manningina er eisini ein praktikantur og ein eftirlitsmaður, so vit eru 30 mans tilsamans.

Eg rokni við, at ein slíkur túrur hjá okkum tekur um 14 dagar, um alt gongur væl. Men beint nú eru vit á veg á Fuglafjørð at bunkra tungolju, so skjótt tað er liðugt fara vit so vestur eftir.

Vit fara at hava veðrið eitt sindur ímóti á eiðini, veðurmenninir spáa um høgan útnyrðing, men ikki um nakað illveður, so er rokni við, at um vit finna sild tá vit koma yvir, so kasta vit um umleið 20 tímar eftir at vit eru leysir av Fuglafirði, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg at enda.

Harleyfacadeacryl