segði Tordur Niclasen m.a í røðu sínari tá Eiðis Bjargingarfelag fekk nýggjan bát í gjár, sum vit prenta niðanfyri
Góða samkoma, góðu tit í Eiðis bjargingarfelag.
Staddur í Kuummiut og var júst farin til ”kaffimikk” – sat á gólvinum og nýtti ”alt godt fra Havet” – hendan dagin, tá Poul Jóhannus,formaður felagsins ringdi og spentur greiddu frá, at nú styttist til báturin kom – og spurdi um eg vildi siga nøkur orð til móttøkuna, ið stóð fyri framman.
Og nú er hesin dagurin komin. Hetta er ein søguligur dagur, hetta er ein stórur dagur. Hetta er ein týdningarmikil dagur – ikki bert fyri tykkum í Eiðis bjargingarfelag, ikki bert fyri okkum her norðuri, men í roynd og veru fyri føroysku tjóðina!
Tað hevur verið hugaligt , sera hugaligt at fylgt við og ferð eftir ferð fingið staðfest áhuga, ágrýtni, áhaldni tykkara í nevnd felagsins fyri at fáa hendan bátin til vega.
Tá vit í dag eru vitni til,at stríð tykkara ikki hevur verið til fánýtist , fegnast vit saman við tykkum um úrslitið, og mega samstundis ásanna, at orð Profetsins enn eru viðkomandi og sjónliggjørd á sín hátt á hesum degi, tá hugsað verður um úrslitið! Og orðini, ið sipað verður til, eru hesi:”Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum” – Og sanniliga, varð byrjað við lítlum, tá stig vórðu tikin og Eiðis bjargingarfelag fyri 64 árum síðan sá dagsins ljós og knapt 20 ár seinri gjørdist limur í landsfelaganum.
Tað er stórt framstig, at slíkur bátur er fingin til vega. Bátur, sum er munandi betri egnaður til farleiðuna her norðanfyri – enn tann, hann avloysur.
MEN, tá tað er sagt – skal leggjast afturat, at bátur – ella báturin – í sjálvum sær ger einki einsamallur. Hann er eitt amboð , ja, eitt týðandi amboð , men bert eitt amboð. Uttan tykkum ið varða av – tykkum í bjarginagrfelagnum – tykkum, ið skulu manna bátin- ger hann ONGA nyttu.
Tí vil eg takka tykkum, sum eru /verða knýttir at hesum báti og Eiðis bjargingarfelag, sum heild.
Tá “Rescue Lív” varð navngivin, nevndi Heðin Motrtensen, borgarstjóri at U.S.Coast Guard hevur orðini ”Semper Paratus” – ”Altíð til reiðar” – sum motto. Og tað er júst tað, ið kann sigast um tykkum. Altíð til reiðar. 24 tímar um døgnið – hvønn dag á árinum – í logn sum í ódn!
Og tað tænir tykkum til mikið rós og miklan heiður – hendan tráan tykkara at hjálpa, har ið á stendur.
Uppgávur tykkara eru ,sum vera mann, ymiskar. T.d. tá landkrabbar sum eg – av berum kleyvarskapi í dýrdar veðri fáa um skrúvna og hava hjálp fyri neyðini. Ella tá meiri álvarsligir tilburðir taka seg upp – og ikki um at tala í sjask veðri – og neyðugt er við skjótari hjálp.
Skjót hjálp er dupult hjálp. Og við hesum nýggja fari kann hjálp tykkara verða givin munandi skjótari enn áður. Og fyri tann, ið hjálp hevur fyri neyðuni, er vitanin um hetta av al stórum týdningi. Hetta økir um trygdarkensluna og birtir vón um skjóta hjálp ella bjarging, tá so skal vera.
Báturin hevur navnið VÓN. Við honum skapa tit vón, hjá honum ella teimum, ið hava hjálp fyri neyðuni!
Í roynd og veru er arbeiði tykkara eitt kærleikans verk. Tí ongantið ella ongastaðnis kemur kærleikin klárari til sjóndar enn júst í hesum at veita tí treingjandi, tí neyðstadda eina hjálpandi hond.
Tit eru væl vitandi um, at arbeiði tykkra kann verða vandamikið , men tað forðar tykkum ikki í, at leggja frá landi og gera tað, ið gerast kann fyri at bjarga – sjálvt um vandin fyri tykkara egna viðkomandi kann vera stórur.
Júst soleiðis er kærleikin staðfestur í verki.
Loksins vendi eg aftur til hendan dagin, tá formaðurin ringdi og órógvaði meg, har eg sat á gólvinum við turrum, røstum,ráum,feskum úrvals kosti í ríkum máti framman fyri – í heimligum umhvørvi
Ávegis til húsa – við rákanum av turrari lodnu í munni , rann mær til hugs hin navnframa Henry Freeman. Hesin, sum varð borin í heim 29 apríl 1835 í enska býnum Bridlington – nakað norðan fyri Hull – og sum gjørdist eitt kent navn í søgu bjargingarfelagsins í Onglandi.
Ein vetradag í 1861, var hann saman við øðrum, við ár í hond, á bjargingarferð – og bjargaðu teir mannskapi á ikki færri enn 4 bátum. Men so illa bar til, at tá teir roynda at bjarga mannskapinum á 5. báti holvdist bjargingarbáturin og Henry Freeman var einasti ,ið slapp undan við lívinum. Fyri sýnt dirvi og megnar avrik hendan dag, varð hann heiðraður av felagsskapinum RNLI(Royal National Lifeboat Institution).
Hóast nógv er broytt síðan hendan søguliga tilburð og bjargingarbáturin, sum har varð nýttur og tann, sum í dag er komin til bygda, ikki kunnu samanlíknast, so er tó havið tað sama. ”Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur, byrður og andróður skifta um høv, Silvetnislogn eftir ódnarstom fylgir….” soleiðis sum skaldið tekur til. — Tørvur á hjálp er framvegis til staðar…. og viljin at hjálpa er eisini tíanbetur framvegis til staðar.
Sum borgari í Eiðis kommunu fegnist eg um, at landsmynduleikin – lokali við – virðismetir sjálboði arbeiði og at politiski mynduleikin,landsstýriðsmaðurin, løgtingsins fíggjarnevnd og løgtingið, hevur, umframt onnur, stuðlað hesi týðandi verkætlan okkara siglandi fólki at frama.
Eiðis bjargingarfelag: Hjartaliga til lukku við hesum megnar avriki tykkara! Ynski tykkum framhaldandi hepna hond og Harrans signing í verki tykkara í ókendum døgum.
Takk fyri.



