Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Í Skagen eftir Christian í Grótinum

Oliver Joensen

 

Nú nýggi Christian í Grótinum skal koma á Klaksvík mikudagin í komandi viku, og skipið í tí sambandið skal doypast í morgin leygardagin, er Norðlýsið við á túrinum til hátíðarløtuna í Skagen.

Vit fóru úr Vágunum í gjár seinnapartin, og lendu í Billund um 18.30 tíðina danska tíð í gjárkvøldið.

Eg koyrdi við Eyðuni Rasmussen úr Klaksvík á flogvøllin og úr flogvøllinum í Billund, bleiv eg greipaður saman við teimum frá Northpelagic. Tað vóru teir tríggir: Petur. Pól Huus og Atli. Pól hevði eisini eina dóttur við, so vit fimm fingu ein leigubil at koyra í frá Billund til Skagen.

Tað er ein ikki so stuttur teinur at koyra í náttarmyrkri.

Fyrsta uppgávan var at leitað okkum eftir onkrum til matnað. Men seint á kvøld og uttanfyri vanligu summartíðina er ikki so ovurhonds nógv virksemið á ferðamannaøkinum her í Jyllandi, so tað gekk eitt sindur leingið til vit at endanum funnu eitt MacDonalds Aalborg.

Eftir at hava koyrt í 5 1/2 tíma, komu vit endiliga til hotellið Color Hotel í Skagen. Tá var so seint, at vit fóru beinleiðis á kamari.

Í morgun hava vit fingið morgunmat og í uppihaldsstovuni er nógv tos um tilrættarlegging av komuni hjá skipinum á Klaksvík mikudagin. Allur “klanurin” hjá Kristiani Martin situr og gevur sítt íkast, ímeðan gamli maðurin lurtar og sker ígjøgnum viðhvørt. Onki róp og ongin gangur, bert tol og bóltar upp í veðrið, summir detta á gólvið ímeðan aðrir verða loftaðir. Ríkandi at síggja samanhaldið.

Í dag eru vit boðin sum gestir hjá Karstensens Skipsverft. Um miðdagsleitið eru vit bodnir til ein frokost og seinnapartin stendur sightseeing á skronni.

Í morgin sum sakt, skal dópurin av skipinum fremjast, tað verður stóra løtan her.

Enn eri eg ikki komin til skipið, men tað verður helst seinni í dag.