Eysturi í Bergrætt, eystanfyri Torvadal er eitt fyrndargamalt seyðabyrgi, sum nærmast kann líknast við ein katedral. Í øllum førum er her ótrúliga stórbart og vakurt, bæði inni í byrginum ella rættini og ikki minst er útsýnið higani vakurt. Sum sæst á myndunum so síggjast Skálhøvdi og Beinisvørð týðuliga sunnanfyri og um Kapilin og Kapilsund hómast Skálavík.
Vit báðir Árni Elttør gjørdu at fara ein túr í Barm um vikuskiftið. Túrurin skuldi ganga eftir bakkanum út á Skálanes, síðani niðan á Vatnið á Eggjuni, t.v.s. Nærabergseggini, hagani í Bjargamansdal at hyggja eftir nýggja húsinum har og síðani í Barm, har vit høvdu biðið um hús frá Levi Joensen, bónda. Her ætlaðu vit at dvølja náttina yvir og síðani at ganga heim aftur leygardagin. Sum ætlað, so gjørt. Her eru so fyrstu myndirnar frá túri okkara.
Sigast skal, at eg helt tað vera tungt at ganga av Havanesurini niðan Skálanes og á Vøtnini, har vit fyrst løgdu frá okkum, fingu kaffi og royndu við tráðu. Men við hóligari gongd og góðum makkara ber nógv til:






































