Tað hevur gingið ótrúliga væl við stóra projektinum hjá Skótaliðið Nólsoyar Pálls eysturi í Skúvadali.
Á vári í 2016, nærri sagt í apríl í 2016. Tá fóru menn eystur at taka gamla húsið niður. Húsið sum menn í Klaksvík bygdu fyrst í 40 árunum og sum gulu skótarnir tóku yvir sum tíðin leið.
Nógvar eldsálir hava verið uppi í leikinum eysturi á fjøllum, men neyvan nakrantíð er so nógv gjørt burturúr, sum hesaferð. Tó skal skoytast upp í her, at tað hevur verið hópin lættari at gera eitt so stórt projekt langt burtur frá alfaraveg, enn tað hevur verið at bygt hús har undir seinasta verðaldarbardaga.
Nú menn hava hildið á í meira enn tvey ár, sæst fyri einum enda á stóra arbeiðinum. Leygardagin í vikuni sum fór, kom rættuliga nógv frá hondini. Loftið er fiks og ferdugt, í stovuhæddini eru smáting eftir at gera og uttanfyri er liðugtgerð av túni og gøtuni oman til húsið eftir.
Um vit fáa góða manning við leygardagin, so er ikki ómøguligt at vit kunnu siga at vit eru lidnir, tá vit ganga heim aftur. Í øllum førum verður tað sera nær við, um vit fáa góða manning.
Handverkarar og arbeiðismenn, vit heita á so nógv sum gjørligt at koma við. Sum sagt, so skal arbeiðið við gongubreytini av tyrlupallinum og oman gerast liðugt. Brúgvin um løkin skal leggjast á stoypta fundamentið, túnið skal gerast liðugt og inni skulu smáarbeiðini gerast.
So komið við – hevur tú spurningar, so ring til Árna Skaale á 758100.




















































































