Oman á alt átið á jólum og ímillum jóla og nýggjárs, var gott at fáa ein gongutúr í Skúvadal nýggjársdag, og eftir gomlum søgnum, verður árið gott til veður.
Nýggjársdag var farið ein gongutúr av Oyravegnum út eftir bakkanum til Skálanesáirnar og síðani niðan í húsið, har skrivað var í bókina, og síðani heim eftir breiðhjállanum og aftur til húsa, ein túrur, sum hendan dagin tók okkum um tríggjar tímar.
Skulu vit brúka 1. dag í árinum til at meta um veðri í komandi ári, so kann kanska roknast við eitt sindur tungari byrjan, tí tíðliga um morgunin vóru regnælini grov, men sum leið út á dagin bleiv veðrið betri og betri, og ímeðan vit gingu hesar tríggjar tímarnar mitt um dagin, sóu vit sólina alla tíðina, og hyggur tú væl eftir myndunum, so sæst á onkrari, bæði Lítla Dímun og Suðuroyggin, so sigast má, at sýnið var sera gott hendan fyrsta dagin á árinum, hóast sólin sum vera man stóð sera lágt á luftini.
Nakrar harur sóu vit eisini, so ikki alt er skotið, men hinvegin sóu vit einki til gásaflokkarnar báðar, sum menn høvdu leitað eftir frammanundan jólum.




