sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sum metir at arbeiðið upp tunnlarnar norður um fjall verður boði út seinri í ár.
Landsverkfrøðingurin sigur at tað fer at taka tíð til borðimaskinur fara at byrjað uppá tunnilin norður um fjall men longu í summar byrjar arbeiðið í Haraldssundi.
– Arbeiðið at projektera tunnilin norður um fjall verður boðið út samstundis sum vinnumálaráði arbeiðir við einari verklagslóg at leggja fyri løgtingið har m.a. vegaføringin skal fastleggjast.
– Tá alt tað er klárt skal málið fyrst leggjast fyri friðingarmyndugleikarnar – og harafturat skal sjálvt byggiarbeiði bjóðast út.
– Men arbeiðið uppá byrgingina um Haraldssund byrjar longu í summar og verður arbeiðið boðið út um stutta tíð.




