Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í Vágstúni norðoyastevnu aftan

Oliver Joensen

 Norðoyastevnan 2017 var úr enda í annan sera væl eydnað. Treyðugt so, framúr góða veðrið gjørdi eisini sín part. 

Norðoyastevnuaftan hoyrdu vit Jóannes Hansen við eini eitt sindur annarleiðis talu, har hann við navni nevndi nógvar av útlendingunum, ið gjøgnum árini hava sett búgv í Klaksvík, og sum harvið hava verið við at myndað samfelag okkara. Frammi nú um dagarnar hevur verið nógv tos um tilflytarar. Uppi í kjakinum hevur ikki sørt verið av stúran fyri tí fremmanda rákinum. Jóannes vildi helst við hesum inleggi sínum vísa á, at tað higartil bara hevur verið til gagns, at okkara samfelag er ríkað av útlendingum, ið hava sett búgv her.

Nógv fólk vóru komin saman í Vágstúni og okkara Klaksvíkar Hornorkestur setti sín hugnaliga dám á løtuna, eins og Vestmann vóru eitt forvitnisligt innlegg í Norðoyastevnuna.

Eisini skótarnir møttu trúliga upp, men eg saknaði teir gulu, men teir vera helst fleiri seinni, nú menning er á veg á tí økinum.

Takk til NFÍ, ein væl fyriskipað Norðoyastevna 2017.