Hvussu nógv, liggja ikki inni við einum hugskoti, men sleppa ikki ígongd ?
Stórur kapitalur skal til, áðrenn byrjast kann.
- Fígging
- Grundøki
- Planering
- Bygging
- Góðkenningar
Hetta eru bert nøkur dømir, sum skulu gerast, áðrenn man kann byrja.
Klaksvíkar Kommuna skal verða undangongu kommuna fyri nýggjar íverksetarar.
Vit skulu byggja ein bygning, har møguleiki er hjá fleiri at leiga seg inn.
Bygningurin skal hýsa fleiri aktivitetum, við støkum eindum.
Við felags køks og wc umstøðum Møguleiki skal eisini vera hjá teimum sum byrja, at hava felags skrivstovufólk.
Soleiðis sleppa fleiri ígongd við teirra hugskotum.
Um so er at virksemi ikki gongur, so kann sleppast burturúr tí, uttan at standa í stórari bankaskuld.
Tey sum fáa vind í seglini, kunnu síðani fara í gongd við at fáa sær sítt egna. Tað verður tískil nógv lættari hjá teimum at fáa fígging, tá ið tey hava góð tøl at vísa á.
Soleiðis kunna vit sum kommuna, verða við til at leggja lunnar undir hjá okkara nýggju íverksetarum.
Og eiga vit BEINANVEGIN í 2017 at fáa fleiri vinnuøkir.
Atli S Justinussen
Býraðslimur
Valevni á lista A




