Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íbúgvarnir á Fossum koma at stórtrívast

Jóhann Lützen

segði Kristian Eli Zachariassen, formaður í Umhvørvis og býarskiparnarnevndini í røðu sínari, tá spakin var settur í á Fossum í dag. Vit prenta røðuna.

Røðan hjá Kristian Eli Zakariassen, formanni í Umhvørvis og býarskipanarnevndini, kann lesast her:

 

Vælkomin til nýggja býlingin á Fossum 

Loksins standa vit her og kunnu seta spakan í. Tilgongdin hevur verið long. Havi sjálvur sagt, at fyrsta byggistig skuldi vera liðugt ultimo 2017. Tað er sjálvsagt harmiligt, at tað hevur tikið longri tíð, men hetta hevur verið alneyðugt. Av og á skal ein miða móti stjørninum, fyri at náa mánanum.

Tá ið vit kunngjørdu ætlanina, at byggja á Fossum, var grundstykkjalistan akkurát nullstillaður og komu tá áleið 15-20 fólk á listan. Fáar vikur aftaná at okkara ætlan á Fossum varð kunngjørd, vóru á áleið 50 fólk á grundstykkjalistanum. Í dag eru yvir 100 fólk á listanum. 21 av hesum borgarinum fingu í síðstu viku boð um, at tey kunnu fáa eitt grundstykki Uppi á Fossum. Hetta verður lutað við lutakasti.

Eg ivist onga løtu í, at teir komandi íbúgvarnir í býlinginum á Fossum, koma at stórtrívast her. 

Her er ein tann besti sólargangurin í Klaksvík á sumri. Tíðliga á morgni kemur sólin seigliga upp um Oyrafjall og haðani, spakuliga ferðast móti zenit yvir Hafjalli. Út á seinnapartin verða Hálgafelli og Klakkur lagt afturum seg, so at sólarmamman kann senda sínar síðstu glæmur yvir nýggja býlingin Uppi á Fossum, meðan hon fer í kav handan Nestindarnar. Tað verður ein sonn frægd at njóta hendan stórbara sólargangin.

Verkætlanin á Fossum fevnir um 3 byggistig, ið samanlagt geva 91 grundstykkir, býtt á 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Fyrsta byggistig, ið skjøtil verður settur á í dag, er 21 grundstykkir til sethús og 13 raðhús. Samanlagt kemur fyrsta byggistig at kosta áleið 31. Mil. Kr.

Við fyrsta ørindi í sálminum “Nú dagur steig”, ið langabbi mín, Símun Michael Zachariasen, yrkti á Kirkju, fari eg at ynskja okkum øllum blíðan byr við tí nýggja býlinginum.

 

Nú dagur steig

úr eysturleið,
hann lívið upp man yngja.
Burt myrkur flý!
Dagsglæman ný
bjart gyllir ský,
og túsund tungur syngja.
 

Við vón um at dagsglæman fer at lýsa bjart yvir okkara nýggja býlingi.

Takk fyri.