Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ídag fara vit á torgið á Biskupsstøð at eta

Oliver Joensen

Norðlýsið hevur longu verið og roynt matin – avgerðin er tikin – vit fara øll oman á Biskupsstøð at eta búff frá Gepetto á miðdegi. Lívligt er í miðbýnum í Klaksvík, nógv ferðafólk frá ferðamannaskipinum og ikki minst klaksvíkingar, nú hitin liggur um 18-20 hitastig.

Nú býðst høvi hjá øllum at royna nakað, sum er øðrvísi, at eta á úticafe, tað hevur ikki verið vanligt, men ídag er gott høvi.

Hitin er til tað, og maturin sum Gepetto serverar er framur. Vit hava roynt vælkryddraða búffin, fløtaeplini og grønmetið við eitt sindur av frekum kriddaríum í, og so kremlitta piparsósin.

Inni í Cafe Archi vóru vit eisini, har er lag á manni at fáa sær kaffi omaná – ella fær inn gjøgnum Kunningarstovuna og út um Heimavirkið, har fæst kaffi og vaflur, og har kanst tú sita úti við góðum útsýni yvir Vágna og húsini hjá Trøllapætur.

Jú, miðbýurin í Klaksvík er eitt “must” ídag.