Á móttøku í KÍ-høllini ídag, bleiv nýggja navnið og búmerki hjá venjingarmiðstøðini Íðka alment tikið í nýtslu.
Í stuttari røðu, sum Karl Birgir Isaksen, stigtakarin til átaki helt, segði hann, at tað vóru eitt samtak av feløgum í Klaksvík, sum hildu, at tað hevði verið ein saknur í samfelagnum um so var, at virksemið, sum frammanundan var í hølunum her helt uppat, og tí tóku feløg í Klaksvík seg saman um at føra virksemið víðari.
Feløgini eru: KBI P/F Christian í Grótinum, Fuglark, El-In, OMC, Erling Petersen og Jórun Mørkøre.
Nevndarformaður í Íðka er Jan Petersen og nevndarlimir eru Karl Birgir Isaksen, Erling Petersen.
Rannvá isaksen er stjóri í felagnum og Jógvan Vilhelmsen er dagligur leiðari.
Venjingarhølini eru opin fyri almenninginum vanligar yrkadagar frá kl. 16.00 til 20.00. Annars sleppa fólk, ið hava tekna hald inn at venja frá kl. 6 á morgni til kl. 21 á kvøldi við egnum lykli.
Til ber at tekna hald fyri 1 mánað, 3 mánaðar og fyri 1 ár.




