Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF fer nú eftir FM heitinum

Jákup Ósá

ÍF venjarin sigur, at hann av álvara trýr uppá, at ÍF fær HB aftur og fer avstað við FM heitinum í ár.

Eftir sigurin á Víkingi seinasta fríggjakvøld er vælkoyrandi ÍF liðið nú so mikið gott, at FM prátið av álvara er byrjað at ganga í Fuglafirði. Venjarin Albert Ellefensen segði soleiðis við KVF eftir dystin fríggjakvøldið.

– Hetta var ótrúliga umráðandi. Fyri tað fyrsta so koma vit heilt tætt upp undir HB nú. So vit eru við at “jagta” gull heiðursmerkið. Eg trúgvi absolut, at vit fáa HB aftur. Eg trúgvi uppá tað, at vit hava so mikið gott lið. Í dag manglaðu vit eisini leikarar, ið eru góðir og nú kemur Fritleif í Lambanum afturat, so vit hava ein øgiliga breiðan hóp, so eg trúgvi tað, at vit kunnu koyra allan vegin, segði Albert Ellefsen við KVF eftir dystin móti Víkingi fríggjakvøldið.