Áðrenn flytingarvindeygað lat aftur mánakvøldið fekk ÍF styrkt um hópin.
Áðrenn flytingarvindeygað lat aftur mánakvøldið fekk ÍF styrkt um hópin.
Nýggi leikarin hjá ÍF er Sámal Jákup Joensen, sum felagið hevur fingið úr ÍF. Sámal Jákup kann røkja mong ymisk pláss og hevur m.a. spælt á høgra bakki á besta liðnum hjá Víkingi. 23 ára gamli leikarin er skrásettur fyri 29 dystir í bestu deildini. Durita Toftegaard, forkvinna í ÍF, váttar fyri Norðlýsinum, at ÍF hevur leigað Sámal Jákup í 1 ár.
ÍF spælir sunnudagin móti EB/Streymi á heimavølli. Tað verður uttan álopsleikaran Adeola Runsewe, sum ikki hevur fingið loyvini uppá pláss enn. Í ÍF vóna tey, at tað verður komið uppá pláss til fyrsta dystin eftir landsliðssteðgin.




