Sunnudagin 16. mars kl. 15.00 verður startskotið til Effodeildina hjá ÍF og KÍ. Áðrenn dystin verður upphiting og ymsar stuttligar avbjóðingar í John\’s Café í Fuglafirði.
Sunnudagin 16. mars kl. 15.00 verður startskotið til Effodeildina hjá ÍF og KÍ. Áðrenn dystin verður upphiting og ymsar stuttligar avbjóðingar í John’s Café í Fuglafirði.
Komandi sunnudag kl. 12.30 letur John’s Café dyrnar upp, so allir ÍF og KÍ fjepparar kunnu hita upp til fyrsta dystin í Effodeildini 2014. Um nóg nógv fólk er møtt upp kl. 13.00 verður ein førosyk fótbóltsquiz á skránni, áðrenn Manchester United – Liverpool verður vístur á stórskíggja kl. 13.30. Í hálvleikinum verður so aftur ein føroysk fótbóltsquiz, og møguleiki verður fyri at tippa úrslitið og fyrsta málskjýtta í dystinum ÍF – KÍ, sum byrjar kl. 15.00.
Vónandi møta nógv ÍF og KÍ viðhaldsfólk upp, so hetta kann gerast aftur til aðrar dystir í kappingarárinum.
ÍF Fjepparar & John’s Café




