Fótbóltur, Keypmannahavn: Tað várar í Keypmannahavn og hetta merkir, at tær ymsu fótbóltskappingarnar eru farnar í gongd. Øll liðini hjá ÍF Føroyum hava spælt sínar fyrstu dystir.
Fótbóltur, Keypmannahavn: Tað várar í Keypmannahavn og hetta merkir, at tær ymsu fótbóltskappingarnar eru farnar í gongd. Øll liðini hjá ÍF Føroyum hava spælt sínar fyrstu dystir.
Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum, sum hevur kend føroysk fótbóltsandlit í hópinum, hevur lagt til brots við fleiri sigrum upp í slag. Liðið stríðist í toppinum.
Næstbesta mansliðið hjá ÍF Føroyum hava spælt tveir dystir og hava tíanverri tapt báðar tepurt.
Triðbesta mansliðið hjá ÍF Føroyum hava eisini spælt tveir dystir, har tann eini varð spældur í dag. Liðið hevur vunnið báðar.
ÍF Føroyar hevur, umframt hesi trý liðini, eitt kvinnulið og eitt 7-mans lið við monnum, ið ikki meta seg megna renna á vølli við fullari stødd.
Dysturin í dag
Norðlýsið var á staðnum í morgun tá ið triðbesta mansliðið spældi heimadyst á Kløvermarkini á Amager. Karmarnir vóru av teimum bestu, brennandi sól og eitt lítið gul av útnyrðingi, sum fánaði burtur í einki sum dysturin leið.
Tað gekk sum fótur í hosu hjá triðbesta mansliðnum í fyrra hálvleiki. Føroyingarnir løgdu seg eisini á odda í fyrra hálvleiki við máli frá Djóna Højgaard.
Seinni hálvleikur gekk ikki sum ætlað. Ætlanin var at halda tætt og helst at økja beinanvegin í seinna hálvleiki. Men í staðin fekk mótstøðuliðið tvey heldur kloddalig mál, soleiðis at støðan varð 1-2.
Christian H. Jacobsen var við triðja liðnum í dag. Hann var settur á vøllin í seinna hálvleiki og hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta hattrikk.
Fimta málið í dystinum í dag skoraði undirritaði.
Endaliga støðan gjørdist so statt 5-2 til triðbesta mansliðið hjá ÍF Føroyum.
Nakrar hugnaligar myndir niðanfyri:




