Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF Føroyar í føgrum blóma

Danial Viðoy

Útisetalív: ÍF Føroyar, sum er felag fyri fótbóltsútisetar í Keypmannahavn, stendur í føgrum blóma. Árlig aðalfundur felagsins var mánakvøldið og fíggjarliga og ikki minst fótbóltsliga kann sigast, at felagið er livandi. Fýra nýggir nevndarlimir komu til ímeðan tveir hava takkað fyri seg.

Útisetalív: ÍF Føroyar, sum er felag fyri fótbóltsútisetar í Keypmannahavn, stendur í føgrum blóma. Árlig aðalfundur felagsins var mánakvøldið og fíggjarliga og ikki minst fótbóltsliga kann sigast, at felagið er livandi. Fýra nýggir nevndarlimir komu til ímeðan tveir hava takkað fyri seg.

ÍF Føroyar fyllir annars í ár 75 ár og hevur verið ein týdningarmikil liður í sosialum og ítróttarligum høpi øll hesi árini.

Soleiðis skrivar ÍF Føroyar á heimasíðu síni www.fotboltur.dk:

”Árligi aðalfundur felagsins varð hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegienum mánakvøldið 17.feb. Eini 20 limir vóru møttir til fundin, sum ÍF Føroyar samtakið helt saman.

ÍF Føroyar fótbóltur hvílur í sær sjálvum og ársúrslitið gjørdist eitt lítið yvirskot. Inntøkur felagsins koma í høvuðsheitum frá limagjøldum og góðum stuðlum. Í fjør høvdu vit 78 gjaldandi limir og sigast má, at felagið stendur í føgrum blóma.

Í ár hevur felagið meldað trý 11-mans lið hjá monnum, eitt 11-mans lið hjá kvinnum og eitt 7-mans lið hjá monnum til kappingarárið, sum byrjar seinni í vár.

Á aðalfundinum komu fýra nýggir limir inn í fótbóltsnevndina og tveir takkaðu fyri seg. Nýggju limirnir eru Malan á Dunga, Lív E. Olsen, Ásfinnur Sigvardsen og Ólavur í Ólavstovu. Sostætt er nevndin nú mannað av átta fólkum. Umframt nýggju limirnar, verða hesir fýra sitandi: Emil N. Leifsson, Høgni Hansen, Jákup Sørensen og Bartal Højgaard.

Rólant W. Dam og Maria í Brekkunum hava takka fyri seg í nevndarhøpi. Nevndin vil í hesum sambandi nýta høvið at takka teimum báðum fyri drúgva tænastu í felagnum og ynskja teimum blíðan byr framyvir.


Á fyrsta nevdarfundinum hjá nýggju nevndini, skipaði nevndin seg soleiðis:

Formaður: Emil N. Leifsson.

Varaformaður, P.R.: Ólavur í Ólavstovu

Kassameistari, limagjøld: Høgni Hansen

Leikaraloyvir: Ásfinnur Sigvardsen

Skrivari: Bartal Højgaard

Útgerð: Jákup Sørensen

Nevndarlimur: Malan á Dunga

Nevndarlimur: Lív E. Olsen


Stuðlar hjá ÍF Føroyum fótbólti fyri kappingarárið 2014 eru hesir:

Høvuðsstuðul: Elektron.

Aðrir stuðlar: Atlantic Petroleum, Smyril Line, Bakkafrost, Bank Nordik, Keel, Trygd og Skansi Offshore.”