Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF Føroyar í Kanal 5 í dag

Oliver Joensen

Í dag kl. 16.30 føroyska tíð sendir danska sjónvarpsrásin Kanal 5 eitt innslag um føroyska útisetafelagið í Keypmannahavn

Í dag kl. 16.30 føroyska tíð sendir danska sjónvarpsrásin Kanal 5 eitt innslag um føroyska útisetafelagið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, ið rásin gjørdi í sambandi við nógv umtalaða steypadystin móti 1. deildarliðnum AB seinasta mikukvøld. Kanal 5 fylgdi føroysku leikarunum áðrenn, undir og eftir dystin

Føroysku fótbóltsútisetarnir í ÍF Føroyum í Keypmannahavn komu av álvara á breddan í sambandi við steypadystin, ið besta mansliðið hjá felagnum leikti móti danska 1. deildarliðnum AB á Gladsaxe Stadion seinasta mikukvøld. Føroyskir og danskir fjølmiðlar vístu søguni um lítla føroyska útisetafelagið, sum skuldi taka dystin upp móti mæta AB, stóran ans.

Í dag kl. 16.30 føroyska tíð sendir danska sjónvarpsrásin Kanal 5 eitt innslag um ÍF Føroyar, sum rásin gjørdi í sambandi við dystin móti AB. Eitt sjónvarpslið frá Kanal 5 fylgdi føroysku leikarunum áðrenn, undir og eftir dystin.

Kanal 5 hevur ognað sær rættindini at sjónvarpa donsku steypakappingin, og innslagið um ÍF Føroyum er partur av upptaktini til fyrsta dystin, ið rásin sjónvarpar frá ársins steypakapping, sum verður millum AGF og Viborg. Kanal 5 hevur yvirhøvur gjørt rættiliga fitt burtur úr at varpa ljós á grundleggjandi spenningin við steypakappingini: At sjálvt tey allar minstu feløgini í grundini hava saman møguleika sum tey allar størstu at spæla seg heilt til finaluna í Parkini.

Kærkomin umtala
Søgan um ÍF Føroyar, og dystin felagsins móti einum av risunum í donskum fótbólti, AB, passaði sum fótur í hosu til upptaktina til steypakappingina hjá Kanal 5. Sambært Una L. Hansen, ið er ein av venjarunum og fyrrverandi formaður í felagnum, er øll umtalan, ÍF Føroyar hevur fingið burtur úr AB-dystinum, kærkomin,

»ÍF Føroyar er í einari heilt serligari støðu, tí tað liggur í einari gráum øki: Tað er eitt føroyskt felag í Keypmannahavn. Felagið hevur harvið einki beinleiðis landafrøðiligt bakland, ið kann bakka upp og stuðla felagnum, eins og føroysk bygdafeløg hava. Tí eru vit fullkomiliga tengd av tí stuðli, vit fáa úr Føroyum – ja, hann er lívsneyðugur fyri virksemið hjá felagnum. Tað er ikki ofta, at vit hava nakað nevnivert at bjóða teimum, ið velja at stuðla okkum, afturfyri stuðulin. Tískil var tað kærkomið, at vit fingu ein dyst sum tann móti AB, tí hann gav okkum eitt gylt høvi at fáa boðskapin um felagið og tann týdning, tað hevur fyri teir mongu útisetarnar í Keypmannahavn, út til almenningin,« sigur Uni L. Hansen.

Flugu leikarar niður
Søgan um dystin hjá ÍF Føroyar móti AB gjørdist ikki minni áhugaverd av tí sannroynd, at tað leingi var ivasamt um ÍF Føroyar yvirhøvur megnaði at manna eitt lið til dystin, tí allir leikararnir vóru heima í Føroyum í summarfrí.

»Vit vórðu skjótt greiðir yvir, at skuldi tað geva nakra meining at spæla dystin, so máttu vit gera ein innsats, fyri at fáa flogið nakrar av okkara bestu leikarum niður til dystin. Tað hevði ikki loyst seg at stillað upp við einum summarliði av eldri leikarum, ið eru búsitandi í danska høvuðsstaðnum og duga at spæla fótbólt, men kanska ikki venja tað heilt stóra,« heldur Uni L. Hansen.

Lukkutíð var Atlantic Airways sinnað at flúgva nakrar leikarar niður til dyst og broyta ferðaseðilin hjá øðrum, so ÍF Føroyar kundi stilla upp við nærsta sterkastu mannin.

»Vit eru ótrúliga takksamir fyir, at Atlantic var sinnað at hjálpa okkum. Men hetta var tann umvenda verð: Vanliga plaga føroysk feløg at ringja eftir okkara leikarum, fyri at fáa teir heim at spæla dystir í vikuskiftunum. Nú vóru tað brádliga vit, ið ringdu heim, fyri at fáa leikarar niður,« skemtar Uni L. Hansen, ið gjarna vil takka øllum teimum, sum hjálptu til, fyri at AB-dysturin kundi gerast veruleiki.

Sí hvussu leikur gekk, tá ÍF Føroyar tók dystin upp við AB, á Kanal 5 í dag kl. 16.30.