Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF Føroyar vann allar dystirnar

Danial Viðoy

Næstbesta liðið hjá ÍF Føroyar monnum vann allar 11 dystirnar í seriu 2 hesa várkappingina og flytur tí upp í seriu 1.

Næstbesta liðið hjá ÍF Føroyar monnum vann allar 11 dystirnar í seriu 2 hesa várkappingina og flytur tí upp í seriu 1.

Besta liðið hjá ÍF Føroyum monnum spælir í seriu 1, men næstbesta liðið fer ikki at spæla í sama bólki, hóast talan verður um somu kappingardeild.

Hava helst skrivað søgu

Uttan rannsakandi søguliga gransking í søgu felagsins, sum strekkir heilt aftur til 1939, so her hetta allarhelst fyrstu ferð, at eitt lið hjá ÍF Føroyum er ósigrað og hevur vunnið allar dystirnar í eini kapping.

Sannførandi og støðug úrslit

Fyri 11 dystir skuldi liðið av røttum havt 33 stig, men hava bert 30. Orsøkin til tess var, at í eina dystinum hevði ÍF Føroyar ótilvitað brúkt ein ólógligan leikara. Men tað hótti tíanbetur ikki fyrsta plássið, tí liðið á øðrum plássi endaði á 25 stigum.

Tað hava verið bæði javnir og sera ójavnir dystir hjá ÍF Føroyum hesa várhálvuna. Hóast tað í onkrum dystum hevur verið sera tætt, hevur liðið megnað at avgera teir tøttu dystirnar. Tað ber vitnisburð um mannsterkan og í hesum døgum ein ”íslendskan stríðsvilja”.

Niðanfyri verða úrslitini í ár endurgivin:

Jægersborg – ÍF Føroyar (2) 1-2

ÍF Føroyar (2) – FA 2000 (3) 3-0

Union (2) – ÍF Føroyar (2) 2-3

ÍF Føroyar (2) – CSC (2) 6-0

AB Tårnby – ÍF Føroyar (2) 0-8

ÍF Føroyar (2) – Fremad Amager (2) 1-0

ÍF Føroyar (2) – FB (3) 7-1

Victoria (2) – ÍF Føroyar (2) 0-3 *ÍF Føroyar dømt at tapa dystin

ÍF Føroyar (2) – HIK (2) 3-0

Dragør (2) – ÍF Føroyar (2) 2-1

ÍF Føroyar (2) – B1908 (3) 4-0

Seinasti dystur hjá ÍF Føroyum (2) var farna sunnudag. Tá var aftur talan um ein tryggan sigur, hesa ferð 4-0. Niðanfyri er ein videosamandráttur av dystinum, umframt mynd av stigatalvuni: