– Vit fara ikki út eftir nøkrum profili afturat og tað verður ikki nakað alvorligt av tilgongd afturat, sigur Ólavur Larsen við Norðlýsið. Framtíðin hjá Bartal avgjørd í vikuni.
– Vit fara ikki út eftir nøkrum profili afturat og tað verður ikki nakað alvorligt av tilgongd afturat, sigur Ólavur Larsen við Norðlýsið. Framtíðin hjá Bartal avgjørd í vikuni.
Hesir eru komnir inn í ÍF hópin í vetur:
Rudolf Eliasen
Poul N. Mikkelsen
Bogi Reinert Petersen
Hanus Thorleifsson
Hendrik L. Rubeksen
Øssur Dalbúð
Meðan hesir eru farnir út:
Bogi Løkin
Uni R. Petersen
Jan Ellingsgaard
Thomas Asmussen
Dánjal á Lakjuni
Karl Løkin
Hópurin kom seint uppá pláss
Ólavur Larsen segði fyrr í vetur, at teir ætlaðu at fáa fólk inn fyri allar teir, ið fóru. Hetta hevur eydnast og nú er hópurin nærum endaligur.
– Tað er líka ivamál við Bartal Eliasen, ið er bundin av flogbóltinum fram til í apríl so hann fær í øllum førum ikki verið við til allar venjingarnar fram til tá. Hann tekur nokk eina avgerð í komandi viku og eg havi góðar vónir til, at hann tekur eitt tørn afturat, sigur Ólavur Larsen
Ólavur sigur, at møguliga verða onkrir leikarar til royndarvenjingar komandi tíðina, men hetta eru ikki profilar. Ólavur væntar, at ÍF verður sterkt, tá vit koma út í apríl-mai mánað.
– Okkara hópur kom seint uppá pláss og profilarnir komu seint í gongd, so vit vera ikki heilt har uppi, tá kappingin byrjar. Men av teimum trimum fyrstu dystunum hava vit tveir uppflytarar, so vit skulu helst hava fleiri stig tá. Men tá vit koma út í kappingina, so vænti eg at síggja eitt sterkt ÍF lið. Kanska hava vit fleiri yngri leikarar og meira talent enn í fjør, men nú fáa vit at síggja, sigur hann,
Hann nevnir Margeir Toftegaard, Arnold Kristiansen, Leivur Joensen og Poul Magnus petersen sum fýta av ungu og evnaríku leikarunum, ið teir vænta sær nógv av í framtíðini. Men í venjingarkappingini seinasta vikuskiftið var tað serliga eini ÍF leikarin, ið sannførdi.
– Øssur Dalbúð hevði ongantíð vant við okkum áðrenn kappingina, men hann var so nógv tann besti leikarin hjá okkum handan dagin. Hann sær út til at vera sera væl fyri, hóast hann hevur spælt lítið seinasta árið. Eg vænti, at hann fer at vera ein av bestu ‘’keypunum’’ í Effodeildini hendan veturin, sigur Ólavur.
HB er favorittur
ÍF formaðurin sigur, at ÍF enn ikki hevur sett nakran málsetning út, men hann dugur at ímynda sær, hvat hesin verður.
– Vit hava roynt at hildið fast við, at hanga í einum av Europa Cup plássunum og tað vænti eg vit gera aftur í ár. Vit endaðu nr. 2 í fjør, men vit fara ikki at melda út at fara eftir FM heitinum nú. Sjálvur haldi eg HB sær sterkast út og so koma nógv lið, ið tykjast sera jøvn. NSÍ, EB/Streymur, B36, Víkingur, KÍ og vit sjálvir, so tað er trupult at meta um, men HB er favorittur, heldur Ólavur Larsen.




