Í Fuglafirði er FM vónin ikki horvin enn og til AB dystin leygardagin hava teir avgjørt, at keypt allar útisetarnar heim.
Høgni Madsen, Jan Ellingsgaard, Heri Nesá og Øssur Dalbúð eru farnir av landinum av m.a. lestrarørindum. ÍF hevur fyrr í summar boðað frá, at støða bleiv tikin til hvønn einstakan dyst um, um teir fóru at “keypa” leikararnar heim til dystir.
HB er í løtuni 7 stig frammanfyri ÍF. HB hevur truplan grannadyst leygardagin móti B36. M.a. skulu teir spæla uttan Símun Samuelsen restina av árinum vegna skaða, skrivaði in.fo fyrr í dag. Tað er uttan iva ein stórur smeitur fyri HB.
ÍF formaðurin Magnus Jørmundsson sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at ÍF hevur allar leikarar tøkar til dystin leygardagin uttan leikbannaða Leiv Joensen og skadda Aleksandar Jovevic. Tað merkir við øðrum orðum, at útisetarnir koma allir heim til dystin. ÍF hevur ein dyst eftir móti HB og tískil kunnu 7 stig innheintast kanska serliga, um B36 fyri 3.ferð fær stig móti HB í vikuskiftinum.




