Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF-KÍ: Nógvir ivasamir leikarar

Jákup Ósá

(Upptakt) Nógvir ivasamir leikarar eru undan seinasta landskappingar-dystinum fyri summarsteðgin.

(Upptakt) Nógvir ivasamir leikarar eru undan seinasta landskappingardystinum fyri summarsteðgin.

Jákup ikki við

Hjá ÍF verður málverjin Jákup Mikkelsen ikki við. Hann er burturstaddur og spælir tískil ikki. Tá Norðlýsið var í sambandi við ÍF í vikuni ljóðaði, at eyka málverjin Hallgrím Hansen fór at verja málið. 18 ára gamli Hallgrím hevur áður leikt 6 dystir í Effodeildini. Ari Ellingsgaard, ið er leikarin hjá ÍF við flestu uppleggum í ár, hevur leikbann, meðan ivamál er, um Høgni Madsen byrjar inni hjá ÍF, at hann fekk skaða seinasta vikuskiftið umframt at hann seinasta vikuskiftið als ikki var í hópinum vegna manglandi uttanlanda túr. Bartal Eliasen er tøkur aftur hjá ÍF eftir leikbann seinast og kemur uttan iva inn aftur í miðverjuna.

Nógv ivamál

Hjá KÍ hevur Meinhardt Joensen leikbann. Helst verður tað royndi málverjin Gunnar á Steig, ið kemur at loysa hann av. Gunnar hevur ikki leikt á Effodeildini síðani 2011, men hevur verið fastur málverji á 1.deildarliðinum seinastu 2 árini. Seinast fóru Gunnar Christiansen og Álvur Christiansen út við skaða. Jógvan Isaksen hevur ikki vant við fullari ferð seinastu tvær vikurnar vegna fiburskaða. Allir tríggir eru ivasamir til dystin í kvøld, har tað sær svartast út hjá Gunnari.

Dysturin í Fuglafirði byrjar kl. 19.00 og dómari verður Dagfinn Forná.

Harleyfacadeacryl