Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF missir ikki miðvallarleikara

Jákup Ósá

Støðan í fótbólti kann broytast skjótt, tí ein fuglfirðingur heldur fram, sum fram til í gjár ikki sá út til at fara at spæla í Føroyum í ár.

Í gjár skrivaði Norðlýsið, at frágongdin í ÍF var stór og at heili 10 leikarar ikki hildu fram. Og sum skilst var hetta eisini støðan í gjár. Men nú er greitt, at tann eini av hesum alíkaval heldur fram. Talan er um miðvallarleikaran Boga R. Petersen, sum hevur gjørt sáttmála við ÍF. Hesum boðar ÍF frá í kvøld.