Miðvallarleikari vil hava fasta spælitíð, sum hann ikki fær í breiða ÍF hópinum.
Miðvallarleikari vil hava fasta spælitíð, sum hann ikki fær í breiða ÍF hópinum.
Talan er um 24 ára gamla André Olsen, sum í vetur skifti frá niðurflytarunum B68, har hann eisini er uppvaksin. Í ÍF hevur miðvallarleikarin spælt ein dyst frá byrjan og tvær ferðir er hann skiftur inn hesi fyrstu fýra umførini. André sigur, at spælitíðin er avgerandi fyri skiftinum til B68, sum nú spælir í 1.deild.
– Tað er nokkso einfalt. Eg havi verið skaddur við slitnum krossbandið í meir enn eitt ár, og vil gjarna sleppa at spæla hvørjaferð. Eg føli, at hópurin er so stórur í Fuglafirði, at eg fái ikki tryggjað mær fasta spælitíð. Tí vil eg gjarna fara aftur til B68, har eg eisini hoyri heima, sigur André Olsen.
Flytingarvindeygað fyri sáttmála leikarar í Effodeildini, sum allir skulu hava, er stongt, men tað rakar ikki næstbestu deildina, har leikarar altíð kunnu gerast áhugaleikarar. Tað skal tó ganga ein mánaði frá tí, at leikarin hevur spælt við tí gamla liðnum og til hann kann spæla við nýggja felagnum. Sostatt kann André spæla við B68 um tvær vikur.
André Olsen er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 134 dystir í Effodeildini.




