ÍF missir tríggjar leikarar í summarsteðginum, men arbeitt verður eisini við at styrkja um hópin, váttar venjarin.
Hans Jørgen Djurhuus, venjari hjá ÍF, váttar fyri Norðlýsinum, at Dánjal á Lakjuni, Dánial Pauli Højgaard og Frank Poulsen ikki vera partur av ÍF-liðnum eftir summarsteðgin. Onkur av teimum skal til skips, meðan tað hjá øðrum ikki eru umstøður til at spæla fótbólt í hægsta støði í løtuni. Hans Jørgen sigur eisini, at ÍF arbeiðir við at styrkja um hópin við tveimum leikarum afturat, einum verjuleikara og einum álopsleikara. Fyrr í summar hevur ÍF leigað Hans Jákup Lervig og Milan Svojic frá Víkingi.
Venja nógv í summar
Hans Jørgen Djurhuus, venjari hjá ÍF, segði stutt eftir, at hann kom til, at kanska helvtin av ÍF-hópinum ikki var í form. Tað hevur verið arbeitt hart við at fáa hópin í form, og hetta arbeiðið verður serliga gjørt í summar.
– Teir ungu leikararnir og hinir, ið hava hug, fara at venja alla summarfrítíðina. Familjumenninir fáa frí frá 1. til 12. juli, sigur Hans Jørgen Djurhuus við Norðlýsið. ÍF spælir sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin 27. juli á útivølli móti Skála.
ÍF liggur næstaftast í deildini við fimm stigum, einum fleiri enn AB á aftasta plássi.



