ÍF skal síggja nýggja málverjan í dysti týskvøldið móti næstbesta liðnum hjá KÍ.
ÍF hevur higartil spælt ein venjingardyst, har liðið tapti 5-0 á Skála. Men fuglfirðingar vóru illað mannaðir, og tað tolir ein hópur, ið er smalur í løtuni, ikki væl. Í síðstu viku skrivaði Norðlýsið, at ÍF fekk danska málverjan, Henrik Lindhard, til royndarvenjing, og hesin verður sum skilst við týskvøldið. Hetta er fyrsti venjingardysturin hjá næstbesta liðnum hjá KÍ.
Dysturin í Fuglafirði byrjar kl. 18.30.




