Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF og Albert ynskja framhaldandi samstarv

Jákup Ósá

Formaðurin í ÍF, Magnus Jørmundsson, sigur, at Albert Ellefsen er maðurin, sum teir ynskja at hava sum venjara í 2014.

ÍF hevur í mun til vónir undan kappingarárinum havt eitt sera gott kappingarár og liggur til at fáa eitt greitt 2. pláss í Effodeildini. Venjari hjá ÍF hevur verið Albert Ellefsen. ÍF hevur ikki sáttmála við nakran venjara til næsta ár, men formaðurin í ÍF, Magnus Jørmundsson, sigur, at teir ynskja at halda fram við Albert.

– Okkara raðfesting er, at fáa Albert at halda fram. Hann er eisini áhugaður, men tað eru viðurskiftir uttan fyri fótbóltin, sum eisini mugu passa inn. So tað er trupult at siga í løtuni, um Albert verður venjari næsta ár, men tað ynskja báðir partar, sigur Magnus Jørmundsson.

Útskifting í hópinum

Magnus sigur víðari, at nakað av útskifting verður í ÍF næsta ár.

– Útisetarnir Jan Ellingsgaard, Høgni Madsen og Heri Nesá vera ikki við, so vit skulu hava tveir miðvalla leikarar og ein verjuleikara inn. Men hvørjir teir vera ber ikki til at siga nakað um enn. Annars liggur í kortunum at teir flestu av hinum halda fram. Jákup Mikkelsen tekur støðu seinni um, hvussu verður við hansara framtíð og sum eyka málverja hava vit Hallgrím Gregersen, sum hevur gjørt tað gott og sum er eitt líka gott boð sum nakar annar til at vera fyrsti málverji næsta ár, sigur Magnus Jørmundsson.

Í Norðlýsinum fríggjadagin segði Súni Olsen, sum nú býr í Norðragøtu, at hann hevur havt samráðingar við 3 feløg. Vit spyrja at enda, um ÍF er eitt av hesum liðunum, men tað vil ÍF formaðurin ikki gera viðmerkingar til.