B71 vann fyrra dystin 1-0 og tá 15 minuttir vóru eftir at leika var støða 3-1 til ÍF og tí høvdu Sandoyingar møguleikan, men so slóg Magni til
Dysturin endaði við at ÍF vann 5-1 við málum, sum Rúni Elttør, Sylla, Magni á Lakjuni (trí mál) syrgdu fyri.
Hetta merkir at ÍF heldur fram í 1.deild og B71 verður verandi í 2.deild.
Vit frætta úr Fuglafiri at ÍF var betra liðið og hevði sigurin uppibornan.




