Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

ÍF venjarin er varin viðvíkjandi uppflyting

Jákup Ósá

ÍF venjarin hevur roynt ymiskt av í venjingardystunum, har úrslitini hava verið misjøvn.

ÍF flutti niður í fjør, men megnaði hóast tað at varðveita fleiri av royndu lokalu leikarunum. M.a. eru Dánjal á Lakjuni og Bogi R. Petersen framvegis í felagnum, meðan Andy Olsen eisini heldur fram. Til felagið er m.a. heimafturkomin Jan Ó. Ellingsgaard, sum hevur verið í NSÍ í eitt ár. ÍF hevur tó mist nakrar leikarar sum t.d. Ari E. Ellingsgaard, Niels Paula Danielsen og Ndende A. Gueye, Kristoffur Jakobsen.

 

 

Vil ikki tosa beinleiðis um uppflyting

Eftir kappingina í fjør gjørdi miðvingurin Hegga Samuelsen 2-ára sáttmála við ÍF sum høvuðsvenjari. Hann vil ikki beinleiðis tosa um uppflyting.

– Í venjingardystunum hevur tað gingið eitt sindur upp og niður. Vit hava ikki so breiðan hóp, men hava roynt ymiskt av. Vit hyggja ikki so langt fram, men royna at gera okkara besta í hvørjum einstøkum dysti og so síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Hegga Samuelsen við Norðlýsið.

 

 

Ringt at meta um kappingina

Hegga heldur, at tað er ringt at meta um, hvørji lið fara at kappast í oddinum.

– Vónandi vera vit við har. So vænti eg, at B68 er eitt gott boð. Giza Hoyvík og B71 eru eitt sindur truplari at meta um, men vit taptu móti báðum í venjingardystum herfyri. B71 fær kanska trupulleikar við breiddini. Síðani eru tað tey næstbestu liðini, og har veit man ikki. Men tey við breiðum hópi í Betrideildini kunnu væntast at blíva sterk í næstbestu deildini, sigur Hegga Samuelsen.