Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– ÍF við í topp 4

Jákup Ósá

Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Í kvøld metir klaksvíkingur, at mótstøðuliðið hjá KÍ sunnudagin, ÍF, verður millum tey bestu í ár.

Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Í kvøld metir klaksvíkingur, at mótstøðuliðið hjá KÍ sunnudagin, ÍF, verður millum tey bestu í ár.

Regin Sivertsen tippar í kvøld í táttinum. Hann væntar sum fleiri onnur eitt FM stríð millum HB og Víking. Hann hevur eisini KÍ við í topp 4, men í mun til flestu onnur, so hevur hann ÍF við í topp 4. Regin tippar soleiðis:

Nummar 1: HB

2: Víkingur

3: KÍ

4: ÍF

Niðurflytari: B68

Niðurflytari: Skála

Toppskjútti: Páll Klettskarð (KÍ)

Ársins leikari: Páll Klettskarð (KÍ)

Ársins stjørnuskot: Poul Ingason(HB)

Ársins innkeyp: Hallur Hansson (Víkingur)

Les um aðrar tippingar til Effodeildina 2014:

– Fáa ein nýggjan FM vinnara

– FM heitið endar í Eysturoynni

– Bæði Havnarfeløgini í topp 4

– Klettskarð fær aftur eitt framúr kappingarár

– Stendur millum KÍ og HB

– Somu lið ganga aftur hesaferð


Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:

Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.

Harleywoodpaint