Klaksvíkingurin kann enda í ÍF í hesi vikuni.
Klaksvíkingurin kann enda í ÍF í hesi vikuni.
Fríði Sigurðsson hevur vart málið hjá 1.deildarliðnum hjá KÍ í ár. Harafturat hevur hann fingið ein dyst á besta liðnum, sum var ímóti TB á heimavølli, har KÍ vann 1-0.
Frá góðum keldum veit Norðlýsið, at ÍF arbeiðir við at fáa undantaksloyvið fyri at fáa Fríða til ÍF seinastu umførini í ár. Men um hetta eydnast er enn ógreitt, tí einki loyvið er givið enn. Men ikki er óvanligt, at málverjar fáa undantaksloyvir hóast flytingarvindeygað er stongt. ÍF hevur havt frágongd á málmansøkinum í seinastuni, har Pedrag Markovic er givin samstundis sum Hallgrím Hansen er skaddur. Ímóti í var Tóri Traðará málverji og var hetta hansar fyrsti dystur í bestu deildini.




