Kl. 19:30 í kvøld verður hondbóltsbrak í KÌ-høllini tá Stjørnan skal leika ímóti danska liðnum Ikast/Bording sum leikti seg í Cup Winners Cup finaluna í fjør
Í samband við 100 ára føðingardagin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur Stjørnan saman við Hondbóltssambandinum bjóða 1. deildarliðnum Ikast/Bording úr Danmark til Føroyar at leika tveir dystir.
Tann fyrri dysturin verður í KÍ-høllini fríggjakvøldið kl. 19:30 móti 1. kvinnuliðnum hjá Stjørnuni og seinni dysturin verður í Havn leygardagin móti kvinnulandsliðnum.
Danska hondbóltsligain hjá kvinnunum verður mett at verða tann sterkasta í heiminum, og hava donsk lið eisini vunnið nógvar altjóða kappingar seinastu árini og ikki at tala um danska kvinnulandsliðið.Ikast/Bording gjørdist nummar trý í heimligu kappingini seinasta kappingarár og í Cup Winners Cup leiktu tær seg í finaluna, sum teir eisini vunnu á eysturríkiska liðnum Hypo Niederøserreich, so ikki kann sigast annað enn, at tað verður hondbóltur á altjóða stigi, sum verður at síggja um vikuskiftið. Spennandi verður at síggja, hvussu okkara egnu stjørnur fara at standa seg. Hóast fyrireikingarnar til komandi ár ikki rættiliga eru byrjaðar enn, so hava Stjørnukvinnurnar vant dúgliga seinastu tríggjar vikurnar og eru tær sera spentar uppá at sleppa at royna seg móti royndu leikarnum hjá Ikast/Bording.




