Menniskjan livir ikki av breyði eina. Sum vit mugu eta, drekka og hava tak yvir høvdið, hava vit eisini brúk fyri mentan og list, sum er ein upprunaligur menniskjansligur tørvur.
Í Føroyum hava vit nógv listafólk, ið spæla, mála, syngja og skapa. Ikki tí at tað peningaliga loysir seg, men tí at tey kunnu ikki lata vera. Og hvønn dag kunnu vit njóta tað, sum tey arbeiða hart fyri at skapa.
Við neyð og deyð
At vera listafólk í Føroyum er fyri tey flestu ein evindaligur kampur fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tey liva fyri listini, sum er teirra lív, og listin ríkar tilveruna hjá okkum øllum. Men listafólkini sjálvi gerast alt annað enn rík, tí føroysk yrkislist er í tí serligu støðu, at hon blómar í einum lítlum landi við avmarkaðum fólkatali.
Tað eru tey allarfægstu, sum kunnu liva av listini. Men sum land og sum menniskju kunnu vit ikki liva uttan hesa listina, og tí skulu vit syrgja fyri, at lisin fær betri kor. Eisini tá ið hon ikki kastar pening av sær, men bara tí at listin er til og skal vera til.
Yrkislist betri kor
Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri betri korum til yrkislist.
Umframt at økja játtanina til Mentanargrunn landsins skal ferð setast á arbeiðið við at byggja Tjóðpallin. Hetta er ein íløga, sum Javnaðarflokkurin raðfestir høgt.
Eisini skal ein skipan gerast fyri yrkislistafólk, so at tey fáa virðiligar umstøður at liva og at virka í.
Føroyar hava brúk fyri einum tilvitaðum og ábyrgdarfullum politikki á listaøkinum. Eg vil arbeiða fyri betri korum fyri yrkislist.
Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 1. septembur 2015




